Daewoo Matiz til summar og sól

Suðurkoreanska Daewoo fyritøkan, ið varð stovnað í 1967, hevur gjørt bilar í mong ár í samstarvi við Mercedes og General Motors.

Magnus Gunnarsson


Umframt bilar gera teir eisini harðar hvítvørur, teleútgerð, flogfør, trukkar, eins og teir hava skipasmiðjur og annan tungan ídnað.


Praktiskur bilur í 100.000 kr klassanum

Fyrstu bilarnir frá Daewoo Motor Company, sum komu higar til lands fyri nøkrum árum síðan, vóru somu bilar, sum Opel Kadett við smáum broytingum og Daewooemblemum. Nú hava allir Daewoo bilarnir sjálvstøðug snið, og ein av teimum er hesin lítli Matiz.

Daewoo Matiz er ein praktiskur bilur í kr 100.000 klassanum. Matiz fær teg at hugsa um ein nýmótans Citroen 2CV, ikki tí teir líkjast á nakran hátt, men kanska tí hann er líka høgur, sum hann er breiður, hevur tak, sum kann rullast afturav og lítlan motor.


Rúmligur innanfyri smáar karmar

Matiz er rúmligur, tá hugsað verður um støddina á bilinum. Konstruktørarnir hava gjørt ein rúmligan bil innan fyri teir smáu karmarnar, ið teir hava havt at arbeitt við. Bilurin kann brúkast, sum um tað var ein størri bilur, talan var um.

Koyrieginleikarnir eru so góðir, at bilurin fyri tann skuld kundi havt munandi størri motor. Eisini í vindi klárar Matiz seg væl. Motorurin er ein 3 cyl. við 800 ccm og 51 hk, so tað ræður um at brúka megina, sum er at ráða yvir.


Matiz, ein

sermerktur bilur

Viðførisrúmið er ikki stórt, gott 100 litrar, men við at leggja baksetrini niður, verða 512 litrar til at brúka.

Daewoo Matiz er ein praktiskur og bíligur bilur. Um tveir persónar fara út at ferðast við bilinum, og leggja baksetrini niður, er ikki so lítið pláss til viðførið. Verður tað ov heitt í veðrinum, ber til at fáa góða nyttu av at rulla takið afturav. Matiz SE er væl útgjørdur við t. d. ABS bremsum, dupultum airbag, AM/FM radio, kopphaldara, el-rútar framman, el-rullutak, sentrallás og servostýring. Bilurin er sermerktur og hevur nógvar møguleikar, um teir verða brúktir rætt.



Daewoo Matiz


Motorurin:3 syl. 800 ccm 6 ventilar við 51 hk

Trekk:Framman

Dekkstødd:155/65-13

Bremsur:Skivur framman

og trumlur aftan

Bensinnýtsla:15,6 km/l


Stødd

Longd:349.5 cm

Breidd:149.5 cm

Hædd:148.5 cm

Eginvekt:825 kg

Totalvekt:1275 kg

Viðførisrúm:104 litrar

Prísir: Matiz S 99.700,-

Prísir: Matiz SE 109.700,-


Søluumboð:

P/F Esmar Simonsen

Kambsdalur

FO-530 Fuglafjørður