Filmstíðarritið Variety, ið er komið út síðan 1905, hevur til 125 ára dagin fingið franska Thierry Fremaux, sum hvørt ár stjórnar filmstevnuni í Cannes, at skriva eina tíðargrein um biografin, so sum vit higartil hava kent hann, og hvørji útlitini eru fyri at reka biograf í framtíðini.
Soleiðis skrivar Filmsfelagið í kvøld.
Hóast koronastongsul og útsettar frumsýningar, er heimsins elsta filmstíðarrit bjartskygt:
"With movie theaters shuttered around the world due to the pandemic, Fremaux argues that we can’t give up on the collective experience of moviegoing."
Filmsfelagið, sum varð stovnað í Havnar Bio í 1962, arbeiðir fyri, at fólk síggja nýggjan og góðan film í felag.
##med2##
Filmsfelagið byrjar aftur mikudagin 6. januar, tá brasilski filmurin "Systrarnar Gusmão og teirra ósjónliga lív" verður sýndur. Eftir ætlan verða fýra nýggir filmar sýndir í januar, teirra millum tveir nýggir holocaust filmar.
##med3##
Nú sýningarárið 2020 er liðugt, útskrivar Filmsfelagið kapping at finna og lýsa besta film ella filmsuppliving í Filmsfelagnum í ár.
TRÝST HER fyri at lesa greinina hjá Thierry Fremaux í Variety um 125 ára biografdagin í dag.