Hevði forsetaval verið í USA í dag, hevði republikanarin Mitt Romney vunnið á Barack Obama, forseta. Hetta sera óvæntaða úrslitið sæst í einari meiningakanning, sum ABC og Washington Post hava gjørt. Eftir henni hevði Mitt Romney fingið 49 prosent av atkvøðunum, og Barack Obama hevði fingið 46 prosent, um val var nú.
Eygleiðarar í USA siga, at tann vánaliga búskapargongdin í USA kostar Obama atkvøður.
Romney royndi seg eisini í 2008, men fekk ikki nóg stóra undirtøku frá sínum egnu til at stilla upp ímóti Obama ta ferðina.