Í dag skal NSÍ renna skjótari

Upptakt NSÍ-KÍ: Hetta er seinasti møguleikin undan seinasta umfari

12. umfar í landskappingini í fótbólti verður í kvøld. Tað eru fimm stig millum NSÍ og KÍ, sum er oddalið í landskappingini. Tá liðini hittust seinast var í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. Tá vann NSÍ geitt 3-0, men støddin á sigrinum kann snýta eitt sindur, tí KÍ elti mál fyri at koma í finaluna.

 

Les eisini: Bannið er órættvíst

 

Í kvøld kann KÍ í nógv størri mun brúka ein javnleik. Tí verður hetta væntandi ein heilt øðrvísi dystur, har tað kanska í størri mun er NSÍ, sum skal hava sigurin. Runavíkingar eru í eini góðari gongd, men tað enn langt upp til KÍ. Hetta er einasti møguleikin NSÍ fær at vinna á KÍ við Løkin. Tá liðinni hittast aftur verður tað í Klaksvík í 27. umfari.

 

KÍ hevur at kalla alt fólkið tøkt til dystin. Sørmundur Kalsø er framvegis uttanfyri, meðan runavíkingar bara eru uttan Harald Højgaard, sum ikki hevur spælt nakran stóran leiklut á besta liðnum í ár.

 

Við 3-0 sigrinum og stigatalvuni í huga hevur NSÍ størri áhuga í at vinna dystin, men KÍ hevur fleiri ferðir klárað frísak á útivølli í landskappingini.

 

12. umfar:

B36-HB (18.00) Beinleiðis á Rás2

NSÍ-KÍ (18.00) Beinleiðis á Rás2

07 Vestur-ÍF (18.00)

Skála-TB/FCS/Royn (18.00)

EB/Streymur-Víkingur (19.00)