Fýra tær fyrstu kappróðrarnar millum 6-mannafør við kvinnum vann Sølmundur.
Á jóansøku var sigurin ikki so tryggur, sum hann annars hevði verið, men í Fuglafirði fyri einari viku síðani var eingin ivi. Sølmundur var klárt nummar eitt.
Í dag vendi tað heilt øðrvísi. Fortuna úr Vestmanna legði seg longu í startspurtinum framum, og Fortuna helt leiðsluna allan teinin.
Smyril var ongantíð við í kappingini, og hjá Sølmundi riggaði tað ikki soleiðis, sum tað annars hevur gjørt. Ella kanska var tað heldur soleiðis, at tað riggaði so nógv betri hjá teimum úr Vestmanna, enn tað áður hevur gjørt í summar.
Fortuna róði sera sannførandi og trygt, og tá ið Fortuna fór um málið, var Sølmundur meiri enn eina bátslongd aftanfyri Fortunu.
1 Fortuna 6:02.16
2 Sølmundur 6:06.06
3 Smyril 6:31.41