Dagbókin hjá deyðsjúkum unglingi

Herfyri høvdu vit í røðini Hendur ið Sleptu fýra greinir um Faktorin í Klaksvík, Johan Christian Djurhuus og um hansara húski. Her var talan um eina lýsing av einum merkismanni, sum fyri 150 árum síðani fekk gongd á Klaksvíkina

1. partur

 

Tað gekk ikki væl við hansara børnum. Tey flestu doyðu undan honum, og fleiri teirra doyðu undir dramatiskum umstøðum.

Men sum ofta her, tá skrivað verður um eitt mál, so kemur meira undan kavi. Tí kunnu vit geva eina meira útgreinaða lýsing av søguni hjá Faktorinum.

Í frásøgnini um Sophus, son Faktorin, varð sagt um son hansara Egil Henning, at hann ikki skuldi vera andaliga fullførur.

Tað kann staðfestast, at einki er meira skeivt enn tað. Aftaná nevndu grein fingu vit upplýst, at tað lá eftir Egil ein dagbók, sum hann byrjaði at skriva 1. desember 1916, og sum hann helt á við fram til 1. januar 1919 sum hann doyði 14. februar. Henda dagbók er høvuðsgrundarlagið fyri hesi og komandi pørtum av Miðvikuni.

Her sæst, at Egil hevur verið sera gløggur. Hann hevði eina vakra hondskrift, og hann skrivaði feilfrítt danskt. Onkrar setningar hevur hann á føroyskum inn ímillum, og tað var eisini á góðari leið. Egil hevði eisini eina greiða meining um viðurskiftini.

Eitt dømi um, hvussu framma­laga hann hevur verið, sæst á tí, at hann hevur havt stempul við sínum navni. Tað hevur neyvan verið vanligt tá. Tað sæst eisini á myndum av honum, at hann hevur verið ein vakur unglingi.

Men hinvegin hevur hann ver­ið likamliga sjúkur. Tað er hjarta­nem­andi at lesa nærum dag fyri dag, hvussu tað gongur niður á bakka uttan at hann tykist at missa mótið.

Dagbókin byrjar við, at Egil er komin til Danmarkar at fáa viðgerð fyri sína sjúku. Vit fara at endurgeva brot úr dagbókini saman við viðmerkingum. Dag­bókin vísir ein ungan drong við góðum gávum, men sum var sera darvaður av sjúku.

Tað áhugaverda er, at her er tal­an um eina søgu, sum ikki hevur verið alment kend fyrr. Men tað vísir seg, at fleiri í dag vita um Egil, so ella so.

Dagbókin er eisini eitt íkast til lýsingina av Havnini fyri úti við 100 árum síðani. Tað er eis­ini áhugavert, at Egil greiðir gjølla frá, hvør ið vitjar hann. Hetta er fyrst og fremst ætt. Tað sigur nakað um ættarkenslu. Men so eru tað eisini nógv, sum hava havt samskifti við abban, Faktorin, sum koma inn á gólvið. Hetta lýsir eisini væl hansara “netverk”, og eisini at hesi handilsligu sambond við fólk í handlinum hava eisini rokkið til persónligan vinskap. Tí fara vit eisini at lýsa nakrar av hesum persónum við tí tilfari, sum er tøkt.

Ættin hjá Johan Christian

Men fyrst fara vit at geva eina nærri lýsing av ættunum hjá Johan Christian og Onnu Elisa­beth. Tey eru havnarfólk sum nak­ar, og tey hava búð í sama grannalagi Havn. Tí hava tey eftir øllum at døma altíð kenst.

Pápi Johan Christian var Johan­nes Olavius Vang Djurhuus f. 1788 á Nesi. Hann festi vestara Húsagarð í 1813. Hann var fyrst giftur við Cathrinu Simonsdatter av Viðareiði. Hon fekk ein deyð­føddan son 10.10. 1833 og doyði sjálv tríggjar dagar seinni.

Johannes giftist aftur í 1816 við Malene Michelsdatter (1790-1863) av Velbastað.

Tey fingu hesi børnini:

A. Andreas Djurhuus f. 1817, giftur við Mariu Aug­ustu Hagen f. 1814 úr Keypmannahavn. Hann var prestur í Suðuroy 1843-1850 og í Suð­urstreymoy 1850-1867. Andre­as er deyður í Keypmannahavn í 1879.

 

B. Christen Michael Djurhuus f. 1819. Er helst deyður ungur

 

C. Julianna Cathrina Djurhuus (1821-1892.) Er umrødd sum jomfru Djurhuus í fyrstu frá­søgn­ini um Faktorin. Hon var annars gumma til Johannes Olaus, son Faktorin

 

D. Hans Olaus Djurhuus (1822-1866). Hann gerst bóndi á Vest­ara Húsagarði eftir pápa sín í 1858. Hann giftist við Cathrinu Margrethu Elisabeth Olsen (1826-1908). Tey fáa Johannes Michael (1851-1900), sum stendur til at vera skrivstovumaður. Hann hevur neyvan verið giftur og er jarðaður saman við mammu síni.

Ein sonur Zacharias er føddur í 1857 og tykist eisini at vera deyður ungur.

Tey fáa eina dóttir Margretha Elisabeth (1854-1937). Hon gift­ist í 1883 við tí 24 ár eldri Oliver Petræus Effersøe, son tann fyrsta Effersøe í Føroyum. Hann kom at fáa eitt serligt lív. Oliver var í 1864 í danska herinum, sum stríddist móti Týsklandi. Eitt kríggj, sum førdi til at Danmark tapti og misti stóran part av landinum.

Tað finnast áhugaverd brøv frá Olivari, har hann greiðir frá, hvussu eitt kríggj gekk fyri seg tá á døgum. Tey fara vit at hava í eini komandi grein í røðini Hendur ið Sleptu.

Hann kom aftur til Føroyar, giftist og gjørdist ein væl um­tóktur lærari í realskúlanum til hann doyði í 1897. Tey fingu fleiri børn. Ein dóttir var Elisabeth Margretha, vanliga kallað Dus. Hon flutti til Danmarkar, har hon eigur eftirkomarar.

 

E. Maren Vangine (1824-1905). Hon giftist við Emil Kock, sum var sorinskrivari í Føroyum 1858-1866. Emil Koch hevur skrivað fleiri greinir úr Føroyum, millum annað um Skora Pól, sum vit hava umrøtt í røðini Hendur ið Sleptu.

Ein dóttir teirra Anna Dorthea Maria giftist við Christian Bærentsen, sum gjørdi fyrsti og einasti føroyski amtmaðurin frá 1897 til 1911. Hann hevur eisini verið umrøddur í røðini Hendur ið sleptu.

 

F. Yngsta barnið gjørdist so Johan Christian Djurhuus, Faktorin.

Ættin hjá Onnu Elisabeth

Kona faktorin, Anna Elisabeth (31.12. 1830-1.6. 1911) var dóttir Jacob Thomassen Kjelnes, bók­haldara (1793-1863), gift­ur í Havnar Kirkju við Onnu Thomasdóttir f. 1796 í Hesti og deyð 22.4. 1868 í Havn.

Tey fingu tvey børn. Umframt Onnu Elisabeth var tað Thomas Juul Kjelnæs (1826-1904), skó­makari, sum var giftur við Henr­ikku Sofíu Poulsdóttir (1826-1896). Tey vórðu gift í Havnar Kirkju 17.11. 1853.

Tey fingu sjey børn, og summi av teimum síggjast nógv aftur í dagbókini. Børnini vóru:

A. Anna (1854-1939), gift við Jacob Jacobsen (1853-1932), ættaður av Eystara Húsagarði. Tey búðu stóran part av ævini á Tvøroyri, har hann var lærari. Tey fluttu aftur til Havnar. Eru umrødd í Hendur ið Sleptu.

B. Ludvig Poul (1856-1936). Fór ungur til Klaksvíkar at vera í handl­inum hjá Faktorinum. Gift­ist við Malenu Johannesen f. 1872 úr Klaksvík. Tey fingu børn­ini Henrikka Sofía f. 1897 gift við Julius Theodor Askham (1898-1963, Thomas Juel f. 1902, giftur við Valborg Hansen f. 1912, Andreu Sofíu f. 1908, gift við Simon Vitalis Dahl f. 1905. Frá teimum er nógv ætt, eisini í Klaksvík.

C. Jacob (1859-1942). Var ógiftur. Arbeiddi stóran part av lívinum hjá T.F. Thomsen á Tvøroyri, men kom aftur til Havnar síni seinnu ár. Er umrøddur í Hendur ið Sleptu.

D. Súsanna Margretha (1861-1945).

 

E. Deyðføddur drongur í 1864

 

F. Anna Sofía Margretha (1866-1928).

 

G. Poul (1868-1946) giftist við Súsannu Mortensen av Tvøroyri (1877-1937). Tey fingu tvey børn Richard f. 1901 og Anna Maria Hjørdis f. 1906.

Giftast í Havn og so til Klaksvíkar

Keldan til teir nýggju upplýsingar í hesum parti av greinini er Johan Mikkelsen, sum granskar kirkjubøkurnar í Norðoyggjum.

Johan Christian og Anna Elisabeth giftast í Havnar Kirkju 7. Juni 1858. Forlovarar eru tveir kendir havnarmenn A. C. Lützen og „afttægtsmand“ Just Jacobsen, gamli Júst á Húsum.

Longu eina viku seinni flyta tey til Klaksvíkar, har tey sum kunnugt búgva í 50 ár.

Um teirra børn kann sigast afturat tí tað, sum longu er greitt frá:

Umframt tey sjey børnini, sum áður eru nevnd, fingu tey eina deyðfødda dóttir 29. desember 1862.

Um sonin Andreas vita vit, at hann doyði í 1905. Men í 1904 fær ein genta í Klaksvík ein son, har hann samb. kirkjubókini verð­ur sagdur av gentuni at vera pápin, men hann noktar, sum vanligt var í slíkum málum. Í dag er tað alment viðurkent, at gentan hevði rætt. Hesin sonur fekk eftirkomarar, sum helst eru einastu eftirkomarar eftir Faktorin.

Men Andreas doyr longu ár­ið eftir av krabbameini á Kong Frederiks Hospital í Keypmannahavn. Hann var sagdur at vera „Dampskibsekspeditør“. Hetta merkir, at hann hevur avgreitt rutuskip, sum hava siglt uppá Klaksvík.

Dóttirin Anna, sum doyr í 1873, sjey ára gomul, verður søgd at vera deyð av „hjernelidelse“.

Sonurin Hans Olaus, sum doyði í 1874, seks ára gamal er sagdur at vera deyður av „skarlagensfeber.“

Stórt hús

Fólkateljingarnar vísa, at húsar­haldið hjá Faktorinum hevur verið stórt. Í 1860, tvey ár eftir at tey eru flutt til Klaksvíkar, eru tey 13 fólk í húsi. Tað eru tvær familjur. Inni hjá Faktorinum eru tey bæði Johan Christian og Anna Elisa­beth og teirra tvey elstu børn Magda­lena og Jacob, 2 og 1 ára gomul.

Nichels Lützen er „handels­betjent“. Síðan eru trý onnur tænastufólk.

Hin familjan er Maren Elisa­beth og Jóan Petur Olsen (á Stong­unum) við einari dóttir og tveim­um tænastufólkum. Jóan Petur kom seinni at stovna egna forrætning í Klaksvík.

Í 1870 eru tey 11 fólk í húsi. Nú er Jóan Petur fluttur út. Johan Christian og Anna Elisabeth eiga nú 5 børn.

Tey eru nú fýra tænastufólk. Nichels er framvegis. Sum „tjenestekarl“ er Niels Lassen Johannesen, sum gjørdist pápi „amerikanaran“ Christian Johannes Lassen.

Í 1880 eru tey framvegis 11 fólk í húsi. Nú eru bert trý av teirra børnum heima. Men tey hava ein 11 ára gamlan „plejesøn“ Johannes Jacobsen úr Kunoy. Men nú eru seks tænastufólk. Millum hesi eru tann 23 ára gamli Ludvig Poul Kjelnæs, sum er sonur Thomas Juel, beiggi konu Faktorin. Hervið er Kjelnæs navnið komið til Klaksvíkar. Nú er Nichels fluttur út.

Í 1890 eru bert fimm fólk í húsi. Tey gomlu, ógifta dóttirin Magdalena, Ludvig Kjelnæs og ein 19 ára gomul arvbeiðsgenta úr Kunoy.

Í 1896 giftist Ludvig við Malenu Johannesen f. 1872, og tey bygdu í Víkunum.

Vanlukku giftan hjá Sofus

Sofus giftist í Danmark við Huldu Christine Andersen. Tá sonurin Egil er føddur í 1898, kunnu tey vera gift í 1897. Tey koma til Føroyar sama ár, sum Egil er føddur. Men Hulda man ikki hava trivist í Føroyum.

Tey verða separeraði í 1900, skild við henn­ara loyvi í 1903. Loyvi til at giftast aftur fær Sofus 11.1. 1906.

Tann 17. mei 1906 giftist Sof­­us heima hjá sær sjálvum við „Pige Ida Elisabeth Henr­i­ette Rheinländer, 31 Aar. Datt­er af for­henværende Slagtermester Valdemar Johan Hans Rheinländer og Hustru Anna Severine f. Maxen af Frederiksberg. Født d. 27. Maj 1874, Frederiksberg.“

Forlovarar vóru pápin Johan C. Djurhuus og „handelsbetjent Ludvig Poul Kjælnes,“ sum jú ar­beiddi hjá Faktorinum.

Tað eru ábendingar um, at báð­ar konurnar hjá Sofus hava kenst, tí sagt verður, at tær ikki sótu væl um sátt. Tær vóru báðar úr Keypmannahavn, so tær kunnu hava kenst haðani.

Men longu 31. oktober sama ár beinir Sofus fyri sær av „en stærk Gift indtagen gennem Munden.“

Sum áður greitt frá, var orsøkin til, at Sofus beindi fyri sær, hjún­að­­arligir trupulleikar. Tað eru fá hjúnarløg, sum eru kollsigld so skjótt sum hetta.

Um dagbókina

Dagbókin er í tveimum. Fyrri partur byrjar í Danmark, hagar Egil er farin at fáa sjúkraviðgerð. Sum tað skilst seinni í dagbókini, er hann farin úr Føroyum 15. november, so tað hevur verið ein longri ferð.

Dagbókin er í tveimum proto­kolbókum. Helst man hann hava keypt ta fyrru, tá ið hann er komin til Keypmannahavnar.

Egil greiðir gjølla frá teimum persónum, sum hann hittir í Dan­mark. Tað áhugaverda er, at millum hesi eru mamman, omman, mammubeiggi og helst onnur í móðurættini. Hetta merk­ir, at tey hava havt samband mill­um sín, hóast Egil neyvan kann minnast mammu sína sum mammu. Hann var lítil, tá ið foreldrini fóru frá hvørjum øðrum.

Men tað eru eisini ábendingar um, at mamman hevur verið í Føroyum aftur. Maria Djurhuus (í barnagarðinum) í Havn eigur tær flestu av teimum myndum, sum eru av Egil í hesi greinarøð. Á einari er hann saman við mammuni, og henda myndin er tikin av Turid Jacobsen í Havn.

Vinarlag við Lützenættina

Men tað sum er eins áhugavert er, at ein av teimum sum tekur ímóti Egil í Keypmannahavn er Ove Lützen, og hann er eisini um Egil ta tíðina, hann er í Danmark.

Hetta er ein partur av søguni um, hvussu nær Faktorin kom teimum, sum hann arbeiddi saman við.

Ove Lützen var sonur Henriettu, dóttir gamla Restorff, og Jacob Lützen, sum var sonur tann A.C. Lützen, sum var fyrsti Lützen í Føroyum. Tað var hann, sum datt deyður niður, tá ið hann talaði fyri kongi í 1874.

Ein beiggi Jacob var Nichels Lützen (1843-1912). Hann kom 15 ára gamal til Klaksvíkar saman við Faktorinum í 1858.

Teir báðir sótu væl um sátt, og sum árini gingu gjørdist Nichels høgra hond hjá Faktorinum. Nichels var eisini gubbi fyrsta barninum hjá teimum, Magda­lenu. Tá ið Faktorin leggur frá sær í 1908 tekur Nichels við.

Tað skilst eisini á teimum, sum seinni vitja Egil í Føroyum, at tað hevur verið eitt tætt vinarlag við Lützenættina, og hetta hevur so eisini verið galdandi fyri Ova, sum er búsettur í Danmark.

Ove var føddur 8/3-1885. Hann giftist 21/7-1918 í Vor Frue kirke við Edith Louise Ander­­sen, fødd 28/6-1891. Hon var dóttir postmeistaran Ander­sen. Sum ungur var hann ein av stigtakarunum til Havnar Fimleikarafelag og var sjálvur ein góður fimleikari. Í Danmark, har hann kom at búgva mestu tíðina av ævi síni, starvaðist hann sum heilsølumaður, og sum slíkur seldi hann nógvar ymiskar vørur til Føroyar.

Johan Restorff Jacobsen, sum er keldan til hesar upplýsingar greiðir frá, at tey árini pápi hansara Andreas handlaði við kolonialvøru í Vágsbotni, keypti hann nógv frá Ova Lützen. Hann hevur óivað saman við bróð­ur­in­um gjørt sítt til, at Andreas kundi ogna sær sín part av handilsfyritøkuni í Vágsbotni.

Í hesum sambandi var Johan eina ferð úti hjá Ova Lützen í Gentofte og rindaði honum pening fyri vørur, sum Andreas hevði keypt frá honum.

Ove doyði tann 15/3-1969 og Edith Louise tann 11/3-1953 og eru bæði jarðaði í Gentofte kirkjugarði. Tey áttu trý børn.

 

--------

 

Dagbókin

 

Nú fara vit at endurgeva brot úr dagbókini hjá Egil. Í summum førum verður endurgivið orðarætt. Í øðrum førum verður gjørdur samandráttur. Sum tørvur er á verða gjørdar frágreiðingar. Eisini verða roynt eftir førimuni at lýsa persónarnar, sum koma fyri í dagbókini

 

Kjøbenhavn d. 1. December 1916

Kl. 9 om Morgenen begyndte vi at sejle ind til Kjøbenhavn. Det var meget pænt Vejr, men meget koldt. Ved 10 Tiden var vi inde ved Kajen. Ved Indsejlingen passerede vi Botnia, der skulde op til Færøerne.

Ombord i den var Jacob Lützen, Frants Restorff, (sonur Gamla Restorff), Maja Restorff, (dóttir hansara), Knud Lützen, (pápi m.o. Esther Djurhuus), m.fl.

Vi fik lige hilst paa hinanden og fik paa den Maade en Hilsen med Hjem. Da vi lagde ind til Kajen kom Moder og Carl Müller og tog imod mig, ligesaa Ove Lützen. Ellers var der en del færinger til stede: Joen Mikkelsen, Sanna Niclassen, Ingrid Lützen (systir Ova) m.f.

Jeg kørte siden med Moder i Bil hjem til Onkel Chr. Da vi saa havde faaet anbragt Bagagen, kørte vi i Sporvogn hjem til Bedstemoder. Moder gik siden hen paa Kontoret igen. Jeg blev saa hos Bedstemoder, til Moder kom og hentede mig. Vi kørte saa hjem til Onkel Chr. igen, hvor vi spiste til Middag sammen med fru Hofmann. Ved kl. 10-tiden tog Moder hjem og jeg gik i Seng. Paa den Maade tilbragte jeg min første dag i København.

2. December

Da jeg havde spist Frokost gik jeg en lille Spadseretur op og ned ad Vesterbrogade. Jeg turde ikke at vove mig saa langt i de første par Dage. Moder kørte siden med mig ud til Bedstemoder, hvor vi spiste Middag. Hun fulgte mig ligeledes hjem om Aftenen, efter at vi havde set et Stykke i Kinografen.

3. December

Da jeg havde drukket The, røg jeg mig en lille Cerut og læste i Aviserne. Hilste paa Edith første gang “eitt ógvuliga fitt systkinabarn og óføra blíð”. Vi sad saa og passiarede indtil vi skulde spise Frokost. Vi skulde spise kl. 12, og da Fru Hoffmann og Moder var kommet spiste vi. Efter Frokosten spadserede Moder og jeg ned ad Strøget. Siden tog vi hjem til Bedstemoder, hvor vi spiste til Middag og om Aftenen var Onkel Chr., Fru Hoffman og Edith ogsaa hos Bedstemoder. De spillede Brigh, mens Bedstemoder og jeg var Tilskuere, naar vi ikke læste Avisen.

4. December

Da jeg havde spist Frokost tog Onkel Chr. og jeg ud paa Van­føre­hjemmet, hvor jeg blev under­søgt. De sagde, at jeg maatte have en Bandage, men at det kunde være undgaaet, hvis jeg var kommet ned i Tide. De sagde, at det absolut var en gammel Skade. Siden blev min Ryg gipset. Det var alt andet end behageligt. De mente, at jeg nok kunde faa Bandagen om 8 Dages Tid.

Da vi kom hjem igen var klokken bleven godt fem. Vi havde altsaa været derude i godt 4 Timer. Vi spiste saa til Middag. Siden spillede Edith og Fru Hoffman skiftevis paa Klaver for os. Jeg gik tidligt i Seng kl. 9.

5. December

Da jeg havde spist Frokost, talte jeg i Telefon med Ove. Han havde meget travlt i disse Dage, da Vesta jo snart skulde op igen til Færøerne. Og saa maatte han ogsaa trave en del rundt med Bager Frants Restorff. (Teir vóru systkinabørn. Frants er fyri kortum umrøddur í røðini Hendur ið Sleptu. Hevði millum annað verið kokkur hjá konginum í Siam.)

Om Eftermiddagen sad jeg inde paa Badeanstalten Kjøbenhavn med Onkel Chr. Vi fik russisk Bad. Jeg blev vejet og vejede 102 pund nøgen. Da vi nu kom hjem spiste vi Middag. Efter Middagen læste jeg lidt i Aviserne og gik siden i Seng Kl. godt 9.

Dagar í Keypmannahavn

Soleiðis ganga dagarnir. Tann 6. fer Egil fyrstu ferð í býin einsamallur. Hann fer ein túr oman og niðan eftir Vesterbrodgade. Hann tekur sporvogn út til ommu sína og klárar eisini at skifta frá einum sporvogni til ein annan. Hann vitjar nógv fólk, og hendan dagin vitjar hann Kristoffer Lützen, sum býr tætt við ommuna. Hann var nógv upptikin at lesa til próvtøku. Kristoffur var yngsti sonur Nichels, og bleiv kendur sum ein strangur lærari við realskúlan í Havn.

Seinni vitjar hann Sannu Niclassen.

 

Tann 10. Desember fer Egil tíðliga upp. Hann skal saman við Ova umborð á Vesta, sum er komin úr Føroyum. Aftaná fara teir umborð á Constance. Her hittu teir Effe hjá Margrethu og Jens Mohr.

Effe (Peter Even) fór blað­ungur heimanifrá at arbeiða á skrivstovuni hjá einum mammubeiggja í Hull, Kristian Evensen, kendur sum reiðari.

Tað tímdi hann kortini ikki, og hann fór út at sigla. Men hann fór síðan á kokkaskúla í Keypmannahavn, og tá er tað, at hann hittir Egil.

Í 1918 fór hann aftur at sigla. Hann fór til USA og sigldi sum hovmeistari har í 14 ár. Hann fekk eisini amerikanskan borgararætt. Í 1933 fer Effe at sigla við Tjaldr­inum sum hovmeistari. Her kom hann soleiðis fyri, at tá Danmark varð hersett av Týsklandi í 1940, var han staddur í Føroyum, meðan konan og døturnar vóru staddar í Danmark, og tey sóust ikki aftur fyrr enn kríggið var av.

Ein dóttir hansara er annars Bysse (Brynhild) gift við Tormóð Djurhuus. Tey eiga eisini ein Peter Even.

Fekk stóra umsorgan

Tað má sigast, at Egil hevur notið stóra umsorgan í Keyp­mannahavn. Tann 11. Desember var hann saman við Ove og Edith í kongaliga teatrinum, har tey sóu Genboerne. Síðan fóru tey á fínu matstovuna Wivel at fáa sær ein bita.

Tann 12. fer hann so út á Van­føre­hjemmet at fáa bandaguna.

(Tað tykist at vera tvær Edith. Kona Ova og dóttir mammu­beiggjan Chr. sum hann skrivar hann. Helst eitur hann Christian ella Christoffer.)

Tann 19. Desember var hann í Raadhusstræde, har hann ætlaði at heilsa uppá fólkatingsmannin, men hitti hann tíverri ikki. (Edvard Mitens var fólkatingsmaður tá.)

Tann 21. desember vóru Egil og Chr. heima hjá Carl Bergh, sum var giftur við Helene, dóttir gamla Restorff. Greitt verður frá henni í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum. Hon var omma Estrid Bannister, sum var “modellið” av Barbaru í bókini hjá Jørgens Frants Jac­o­b­sen. Egil var fleiri ferðir heima hjá teimum.

Tann 22. ætlaði Egil sær at heilsa uppá Rikard Long, seinni kendur sum realskúlalærari og landsstýrismaður, men hann var ikki heima.

Jólaaftan vóru Egil og Chr. í Vor Frue Kirke til eina tón­leika­guds­tænastu. Aftaná fóru teir heim til Edith, sum hevði pyntað eitt jólatræ. Táið tey høvdu dansað um træið eina løtu høvdu tey eitt jólaborð.

Áðrenn tey fóru heim spældi mamman klaver eina løtu.

2. jóladag fór Egil í Føroy­inga­felag, sum vanliga hevði eina samkomu hendan dagin. Har heilsaði hann uppá fleiri føroyingar, men helt annars ikki at tað var so áhugavert.

Bagefter tog jeg til Rådhus­pladsen, hvor jeg skulde mødes sammen med Gunnar Mortensen. Vi var saa lidt paa “sjov” sammen (hm).

Nýggjársaftan

Hendan dagin er Egil aftur saman við Edith og Ove. Fyrst fara tey í Zoologiska havan. Har vóru tey ein tíma og fóru so inn á eina kafé at drekka kaffi.

Síðan fóru tey í ballet í Palad­s­­teatr­inum. Kl. 10 fóru tey út at eta, so tey endaðu gamla árið við at eta, og byrjaðu tað nýggja vit at drekka champagnu. Tað var musikkur, og tey hildu á til hálvgum átta á morgni. Tá var framvegis veitsla í øllum býnum.

Nýggjársdagur

Til trods for, at vi kom saa sent hjem, eller tidlig i en Forstand, maatte jeg dog være oppe til Frokost kl. 12, thi ellers ville onkel Chr. sikkert have været gnaven, men jeg fik mig ogsaa en Generallur oven paa Frokosten.

Om Eftermiddagen kørte jeg ud til Bedstemoder. Ove kørte ogsaa med den Vej. Han havde nemlig været hjemme hos mig, hvor vi fik en god Passiar tilmed en god Kop Kaffe fra Julia ( helst kona mammubeiggjan). Om Aften kom Onkel Chr., Fru Hofmann, Edith og Moder ogsaa ud til Bedstemoder. De spillede Brigh, mens Bedste­moder og jeg var Tilskuere.

Vi tog Hjem Kl. henved 12. Jeg sad og halvsov hele Tiden der­inde, men jeg var selvfølgelig nødt til holde Øjnene aabne, mens vi kørte hjem. “Edith mundi ikki vera stórt frægari enn eg.”

Tann 4. januar vóru Egil og Ove umborð á Tjaldrinum við nøkrum pakkum, sum hovmeistarin skuldu taka sær av.

Vóru 8. januar hjá Carl Berg og fingu at vita, at postur var komin úr Føroyum.

Stuttleiki og skaði í Klampenborg

14. januar

Da jeg havde spist Frokost, tog Edith og jeg hen til Banegaarden, hvor vi skulde mødes med Ove. Vi tre tog saa med Toget til Klampenborg. Der var overmaade mange Mennesker og megen Trafik. Vi spadserede saa hen i Ulvedalen, hvor en hel masse Mennesker kælkede. Mens vi var derude kom fem Mennesker til skade, og senere kom der tre til skade.

Síðan fóru tey heim til ommuna at fáa døgurða.

Nú á Sanatorium

Eftir at hava havt lív og góðar dagar i Keypmannahavn fær Egil bræv um, at hann skal møta á Sanatoriinum tann 3. Februar. Hetta gjørdi hann í ringum lag. Tann 31. januar er hann og heilsar uppá hoffotografin Elfelht. Teir munnu hava kenst.

Hendan dagin eta vinirnir døgurða saman í samband við at Egil skal fara. Og nú byrjar ein trupul tíð hjá Egil, sum kann sigast at vera byrjanin til endan hjá honum.

Hann skrivar:

Onkel Chr. vækkede mig kl. godt 7, da han jo vidste, at “eg fór at pjaka nakað leingi.” Kl. 10.20 skulde Toget tage af sted. Jeg skulde skifte i Næstved. Onkel Chr. og jeg tog hen til Banegaarden allerede kl. godt 9, hvor fru Hofmann, Edith, Moder og Ove allerede var kommet for at sige mig Farvel. Vi skulde have drukket Kaffe inde paa Jernbanerestauranten, men da jeg ikke vilde have noget, vilde de andre heller ikke. Jeg var i hele tager i meget skidt humør “í grúiliga ringum lagi.”

Jeg var nemlig meget ked af, at der ingen skulde være, som havde saa megen Tid tilovers til at køre mig til Præstø. Ove var jo lovlig undskyldt, da hans søster Borghild skulde giftes om Aftenen. (Hon giftist við keypmanninum Harald Fischer í Korsør.)

Jeg klarede mig imidlertid meget bedre alene end jeg havde troet, da det var første gang jeg kørte i Tog.