289 arbeiðsmenn innistongdir í námi í Suðurafrika

- Vit hava havt eina hending í Kloof 7-gongini, og vit arbeiða nú við at gera eina smogu, so vit kunnu fáa arbeiðsmenninar upp úr náminum

Námsfelagið Sibanye Stillwater í Suðurafrika veit at siga, at 289 arbeiðsmenn eru innistongdir í einum av teirra námum nærindis Johannesburg í Suðurafrika.

 

- Vit kunnu vátta, at vit hava havt eina hending í Kloof 7-gongini, og at vit nú arbeiða við at gera eina smogu, so vit kunnu fáa arbeiðsmenninar upp úr náminum.

 

Tað sigur eitt talsfólk fyri felagið, sum rekur námið. Lagt verður aftrat, at allir námsarbeiðsmenninir eru tryggir, og nú verður arbeitt við at fáa mat niður til teirra.

 

Í morgun væntaði námsfelagið at fáa allar námsarbeiðararnar upp úr náminum fyrrapartin.

 

Suðurafrikanska fakfelagið NUM sigur sambært norska kringvarpinum NRK, at hendingin, sum var í Kloof 7-gongini í náminum, fór fram í gjárkvøldið.

 

##med2##

 

 

 

 

 

- Allir arbeiðsmenninir eru tryggir, sigur námsfelagið, Sibanye Stillwater