Í hesum døgum verður Garðavegurin dagførdur við hópin av ymiskum leiðingum frá SEV og Føroya Tele, og eisini verða leiðingar til vegristir lagdar her. Dagføringar av kloakkskipanini eru gjørdar í ovara borð.
##med2##
Sum sæst verður eisini fipurnet lagt í veitina, sum skal veita størri ferð og betri góðsku til hvørt hús norður eftir leiðini.
Menna el-kervið
Hetta arbeiðið er eisini liður í størri menning av el-kervinum hjá SEV fyri Norðurøkið.
Frá smoltstøðini hjá Bakkafrost í grótbrotinum á Stornd, komu teir í fjør heim um Grønaból við somu leiðingum – 5 stórar kaðalrullur standa við vegjaðarin her. Nú verður so farið eftir Garðavegnum, norður eftir Skáltavegnum, og síðani íbundið leiðingarnar við Ánavegin, sum liggja heimanfyri Grønaból.
##med3##
Talan er um drúgvt og rúgvusmikið arbeiðið, har eisini Klaksvíkar kommuna og Føroya Tele dagføra sínar leiðingar við ávís strekki.
SEV leggur 2 stk. 60 kV kaðalar, 3 - 6 stk. 10 kV kaðalar, og verða eisini samskiftis- og lágspenning leiðingar lagdar summar staðir.
##med4##
Slíkir 60 kV kaðalar, sum her verða lagdir, eru partur av samlaða ringinum (net-kervinum) um alt landið hjá SEV. Hesir kunnu føra 44 MW hvør, upplýsir SEV.
Koblingsstøðin á Strond hevur eina trafo-orku á 2 x 16 MW. Til samanberingar brúka allar Norðoyggjar í dag samlað um 6 MW.
##med5##
Leiðin er long
Leiðingarnar verða grivnar frá gamla grótbrotinum á Strond, gjøgnum alla Klaksvík – eftir Ánavegi, Skáltavegi, Garðavegi, Heygavegi, Mækjuvegi umvegis Norðoyatunnilin, gjøgnum Lorvík, gjøgnum Leirvíkstunnilin, niðan gjøgnum Gøtudal til nýggju koblingsstøðina Innan Eið - omanfyri Varmakeldu.
Arbeiðið Klaksvíksmegin verður ætlandi liðugt um eitt ár. Málið er, at alt arbeiðið er liðugt um tvey ár.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##