Dagfinn kann fáa danskan heiður

Føroyskur sangari er í uppskoti til danska rockheiðursløn

 

Rocksangarin Dagfinn Joensen úr Funningsfirði hevur nú møguleikan at vinna heiðursløn í donskum rocktónleiki.

Tilnevningar eru gjørdar til sonevnda High Voltage Rock Awards, og har verður eisini besta “Jam Band” eisini heiðrað. Hesin heiður er til bólkar, sum spæla tónleik hjá øðrum kendum bólkum.

Ein av bólkunum, sum er upp á tal í hesum sambandi, er Black Sabbath Tribute, har Dagfinn Joensen er sangari. Teir spæla sum vera man tónleik hjá bretska rockbólktinum Black Sabbath.

High Voltage Rock Awards verður hildið 18. apríl.

Dagfinn er eisini sangari í danska rockólkinum FATE, sum í ár heldur 30 ára jubileum við fleiri framførslum. Millum annað á spælistaðnum High Voltage í gjárkvøldið.