Dagny listaframsýning

Leygardagin læt listaframsýning upp á Norðoya Kunningarstovu. Tað er 50 ára gamla, Dagny Tróndheim úr Klaksvík, sum sýnir fram

Flestu av verkunum hjá Dagny Tróndheim eru løtu- og hugnamyndir. Tað, sum eyðkennir myndirnar hjá henni er stemningurin, sum hon hevur serstakliga gott hegni at lofta.
Frá barni av hevur hon teknað og málað, og hevur fyrr sýnt fram saman við øðrum listakvinnum úr Klaksvík. Eftir ein steðg í nøkur ár, er hon nú rættiliga byrjað av nýggjum, og er hetta hennara fyrsta sjálvstøðuga framsýning.
 
Hugnamyndir
 
Málningarnir eru 20 í tali, flestu teirra akrylmálningar, men eisini onkur aplikerað mynd er at finna millum listaverkini. Myndirnar eru fjølbroyttar við bæði summar- og vetrarmyndum umframt uppstillingum.
        Millum myndirnar eru eisini tvær, sum dóttir Dagny, 22 ára gamla Astrid, hevur málað.
Í Klaksvík finnast nógv listafólk,og fleiri teirra sýna javnan fram verk síni. Í løtuni sýnir Magna Auðunson fram í Leikalund, so tey, ið hava áhuga fyri list, kunnu leita sær til Klaksvíkar at síggja mongu frálíka vøkru myndirnar, Dagny og Magna sýna fram.
Báðar framsýningarnar halda fram henda mánaðan út.
Fyri at venda aftur til Dagny, kunnu vit siga, at hon gift Gerhardi Tróndheim og eiga tey 5 børn. Nú húsið er vorðið lættari og reiðrið tømist, ætlar Dagny at gera meiri við myndalistina.
 
Kvinnurnar gera seg galdandi
 
Tað eru serstakliga kvinnurnar norðanfyri, sum gera seg galdandi innan listina. Fyri stuttum sýndi Lydia Petersen, sum ikki er heilt ókend listakvinna, fram nakað av sínum verkum á Kunningarstovuni.
Og kanska er nakað um tað, sum onkur skemtandi helt fyri  ein dagin herfyri - at triðja hvør kona í Klaksvík er vorðin listakvinna.
Í hvussu er og ikki, so gleða vit okkum at síggja, hvat hesar og teir, ið fáast við list, í framtíðini fara at bjóða okkum.