Dagpengar: Einmælt samtykt

Eitt samt Løgting hevur í dag samtykt lógaruppskotini, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, fyrr í vikuni bar Løgtinginum.

Hetta skrivarAlmannamálaráðið.

Umframt at tryggja dagpengar til arbeiðsfólk og dagpengar til fyritøkur, sum hava starvsfólk, ið verða smittað við COVID-19 ella verða sett í sóttarhald, eru eisini aðrir batar, sum skulu minka um avleiðingarnar av COVID-19-støðuni.

Eisini teir fólkapensjonistar, sum í vár hava fingið lønarískoyti, tí teir vóru heimsendir orsakað av Covid-19, fáa aftur rætt til lønarískoyti. Við hesum verða arbeiðandi fólkapensjonistar og sjálvstøðugir vinnurekandi fólkapensjonistar javnsettir við tey, sum eru í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanini hjá ALS.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at tað hevur eydnast at bera so skjótt at, og at Løgtingið stendur saman um broytingarnar. Í hesi støðuni stremba vit øll eftir tí sama málinum, sum er, at persónliga vælferðin hjá føroyingum skal ávirkast sum minst, og at vit kunnu varðveita eitt sterkt vinnulív.

 

Fakta

Broytingar í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku og nýggja lógin um lønarískoyti til fólkapensjonistar fevna um hesi viðurskifti:
• Dagpeningur verður veitt til tímalønt, sjómenn, útróðramenn o.o. sum eru sett í sóttarhald (t.v.s. at sóttarhald verður javnsett við sjúku). Tímalønt, sjómenn o.o., sum verður smittað við COVID-19, eru frammanundan fevnd av lógini.
• Starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum, sum hava rætt til løn undir sjúku, verða eisini fevnd av dagpengalógini, um tey verða smittað við COVID-19 ella verða sett í sóttarhald. Í praksis verður tað skipað soleiðis, at arbeiðsgevarin rindar løn til tann sjúka og rindar løn til tann, sum er í sóttarhaldi, og arbeiðsgevarin fær so endurgoldið ein dagpengasats frá Almannaverkinum.
• Fólkapensjonistar, sum arbeiða, fáa eisini rætt til dagpening vegna sjúku, um tey verða smittað við COVID-19 ella verða sett í sóttarhald.
• Tá talan er um COVID-19 smittu ella sóttarhald sleppur arbeiðsgevarin undan at rinda fyri 1. og 2. fráverudag (undir øðrum vanligum umstøðum skal arbeiðsgevarin altíð rinda í 1. og 2. fráverudag).
• Treytirnar viðv. sjálvbodnari trygging (sbrt. dagpengalógini) til sjálvsstøðug vinnurekandi og stjórar í egnum felagi verða linkaðar í málum, sum viðvíkja COVID-19. Umsókn kann latast inn, og dagpeningur útgjaldast beinanvegin – eisini í teimum førum, at umsøkjari longu er smittaður ella settur í sóttarhald (vanliga tekur rættur til útgjald við 4 vikur eftir, at umsókn er latin inn, og umsøkjari skal ikki vera sjúkur, tá hann søkir).
• Í málum um COVID-19 er ikki neyðugt við læknaváttan. Ein váttan frá arbeiðsgevara verður javnsett við læknaváttan.
• Fólkapensjonistar, sum í tíðarskeiðnum 12. mars til 30. juni vóru heimsendir av arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum orsakað av støðuni við COVID-19, og sum tá fingu lønarískoyti, fáa aftur rætt til lønarískoyti.
• Hjá sjálvstøðugum vinnurekandi fólkapensjonistum, sum í tíðarskeiðinum 12. mars til 30. juni teknaðu trygging móti inntøkumissi, verður tryggingarskeiðið longt.