Tað upplýsir formaðurin í ukrainska tjóðartinginum, Ruslan Stefantsjuk, í einum uppslagi á X mánakvøldið.
– Tingið fer at viðgera málið skjótast gjørligt sambært galdandi mannagongd, skrivar hann.
Sunnudagin boðaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, frá, at stórar broytingar vóru á veg í politisku leiðsluni í Ukraina.
Hann segði samstundis, at hann hevði bjóðað Juliju Svyrydenko ein nýggjan leiklut í stjórnini.
Sambært Zelenskyj eru broytingarnar partur av einari nýggjari innan- og uttanríkispolitiskari strategi.
– Nýggjar avbjóðingar og nýggjar uppgávur krevja, at arbeiðið í markna- og frontøkjunum, sum hvønn dag verða rakt av russiskum álopum, verður styrkt munandi, skrivaði forsetin.
Hann legði aftrat, at Ukraina má fyrireika seg til veturin og vera til reiðar at handfara allar hóttanir.
Eftir fráboðanina frá Zelenskyj skrivaði Julija Svyrydenko á X, at hon framvegis er til reiðar at tæna Ukraina.
– Eg eri errin av at hava havt heiðurin at staðið á odda fyri stjórnini í einum av truplastu tíðarskeiðunum í nýggjari ukrainskari søgu, skrivaði hon.
Julija Svyrydenko hevur verið forsætisráðfrúa síðani juli 2025. Áðrenn tað var hon búskaparráðharri og varaforsætisráðharri.











