Dagsins jólalag: Eg rósu upp sá næla

Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.

 

Flestu teirra vera føroyskir, kanska onkur útlendskur, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.

 

Í dag hoyra vit sálmin Eg rósu upp sá næla. Hetta er ein gamal týskur sálmur, úr 15. øld. Jákup Dahl týddi tey bæði fyrru ørindini til føroyskt og Heri Tróndheim tað triðja.

 

Her er tað Suðuroyar Manskór sum syngur sálmin í Vágs Kirkju, 4. desembur 2011, undir leiðslu av Jens Mortani Mortensen. Upptøkuna hevur Eileen Sandá gjørt.

 

Lagið í dag hevur nøkur ár á baki. Størsta Gávan var á bandinum Jólahugni við Karl Martini Samuelsen og Rúnu á Heygum, sum kom út í 1993. Í 2001 kom sama útgáva út á fløgu, tá við heitinum jólafløga.

 

Jólasangkalendarin

13. desembur – Størsta gávan – Rúna á Heygum og Karl Martin Samuelsen

12. desembur – Hvør hevði væntað ein kong – Maria á Lakjuni

11. desembur – Kvirra um fjøll og fløtur – Jóhan Magnus Kristiansson Olsen

10. desembur – Eg eri Jólamaðurin – Vestmenn 

9. desembur – Góði Jólamaðurin og Mariu Sonur – Tey av Kamarinum

8. desembur – Mary Did You Know – Victoria á Lakjuni

7. desembur – Jól eru her og minna á – Símun J. Hansen

6. desembur – Tá milliónir tendra ljós – Sakaris

5. desembur – Eg gleðist so hvørt jólakvøld – Alex

4. desembur – Happy Christmas (War is over) – Teitur

3. desembur – Friður á jørð – Margit og Linda.

2. desembur – Jólanætur – Danny & the Veetos

1. desembur – Koyr okkurt í mína hosu – Elis Poulsen