Dagsins spælari: Pól Jóhannus ella Viljormur

Fyribilsmetingin hjá Sosialinum vísir, at Pól Jóhannus Justinussen og Viljormur Davidsen vóru dagsins spælarar á føroyska liðnum.

Eftir hvønn landsdyst metir Sosialurin um avrikini hjá føroysku spælarunum. Til dystin í kvøld vóru fleiri spælarar, sum spældu væl, men að var serliga vinstra síðan, ið skaraði framúr. Bæði Viljormur Davidsen á vinstra bakki og Pól Jóhannus Justinussen á vinstra vongi komu væl frá uppgávuni. Teir eru fyribils útnevndir sum dagsins spælarar.  

 

Metingar eru frá 1 til 6, har eitt 1-tal er fyri vánaligt avrik, til eitt 6-tal, sum verður mett sum tað besta tú kanst krevja av einum føroyskum landsliðsspælara. Hvørjar metingar hevur tú gjørt tær av spælarunum í kvøld?

 

Her kanst tú kopiera nøvnini og seta tína meting av einstøku spælarunum inn:

 

Gunnar Nielsen (Meting 1-6)

Jóhan Troest Davidsen ( )

Atli Gregersen ( )

Rógvi Baldvinsson ( )

Viljormur Davidsen ( )

Daniel Udsen ( )

Súni Olsen ( )

Fróði Benjaminsen ( )

Pól Jóhannus Justinussen ( )

Christian Lamhauge Holst ( )

Jóan Símun Edmundsson ( )

Christian R. Mouritsen ( )

Páll Klettskarð ( )

Hallur Hansson ( )