Dagtilhaldið heldur fram

Undirtøkan fyri dagtilhaldinum á Strondum hevur verið sera góð, - so góð at tað fer at halda fram árið út.

Bygdaráðið setti á stovn hetta tilhaldið í vár og var ætlanin tá, at tað skuldi royndarkoyrast fram til 1. juli. Nú skilst, at undirtøkan millum fólkið hevur verið so mikið góð, at dagtilhaldið fer at halda fram heilt til 31. desember í ár.
Sjóvar kommuna hevur leigað sonevndu Pensjónistahúsini til hetta tiltakið. Endamálið er at fólk skuldu kunnu koma saman at hugna sær og gera ymiskt saman, soleiðis at tey kunnu mennast og fáa økt lívsvirði.
Tað letur til, at tað er júst hetta sum er hent hesa tíðina.