26. august eitur Líradagur. Dagurin verður eisini róptur líramariumessa, men tað hevur ongan kristiligan ella kirkjuligan týdning; navnið hevur dagurin fingið bara av teimum mongu mariumessunum um heystið, skrivar Axel Tórgarð í »Dagar og nøvn í álmanakkanum«.
Av føðingardøgum kunnu vit nevna, at Móðir Teresa, albanski missiónerurin og halgimenni, varð fødd hendan dagin í 1910. Hon doyði í 1997.
Amerikanski flogskiparin, sum var hin fyrsti at flúgva tøvrtur um Atlantashav, Charles Lindbergh, doyði hendan dagin í 1974. Hann varð føddur í 1902.