15. oktober. Heiðveig, deyð ár 1243. Hon var greivadóttir úr Bayern og giftist hertuganum Heinriki fyrtsa í Slesiu. Hon bygdi fleiri sjúkrahús og kleystur. Gav seg í nunnukleystur, har hon doyði. Hon varð skírd halgikvinna í 1267. Heiðveig er føroyska navnið fyri Hedvig. Navnið er upprunaliga týskt, samansett av tveimum orðum, sum merkja stríð og víggj. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Av hendingum 15. oktober kunnu nevnast:
1871 Á einum fundi í »Tømrerkroen« verður danska deildin í »Internationala« – sum seinni verður Socialdemokratiet, stovnað
1946 Vikublaðið Alt for Damerne kemur út á fyrsta sinni.
1962 Amnesty International verður stovnað í London.
1990 Tann seinasti sovjetiski leiðarin, Michail Gorbatjov, fær Nobel friðarheiðurslønina.
Fólk, sum eru fødd 15. oktober:
1844 Friedrich Nietzsche, týskur filosoffur, deyður 1900
1963 Anders Lund Madsen, danskur journalistur
1964 Thomas Hlemig, danskur sangari og sangskrivari.
1988 Mesut Özil, týskur fótbóltsspælari
2005 Christian Valdemar Henri John, danskur prinsur, sonur Mary krúnprinsessur og Fríðrik krúnprins.
Fólk, sum eru deyð 15. oktober
1946 Herman Göring, týskur nazistiskur leiðari, føddur í 1893. Hann beindi fyri sær sjálvum.
1993 Dan Turèll, danskur rithøvundur, føddur í 1946.