21. august. Sálomon. Til minnis um hin vísa kongin Sálomon, sum sagt er frá í kapitlunum 1-11 í fyrru Kongabók í Gamla testamenti. Navnið merkir friður og vælferð. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Um dagin kann annars sigast, at hendan dagin í 1911 var gitni málnigurin, Mona Lisa, sum Leonardo da Vinci hevði mála, stolin av Louvre savinum. Tað var eitt av starvsfólkunum, sum stjól málningin, sum tó kom upp á pláss aftur tvey ár seinni.
Hendan dagin fyri 35 árum síðani hevði danski bólkurin Gasolin sína seinastu konsert. Hon var hildin í Malmø í Svøríki.
Og av føðingardøgum kann nevnast, at kendi amerikanski countrysangarin Kenny Rogers fyllir 75 ár í dag.