4. september. Teodosia. Navnið er helst komið upp í álamanakkan í staðin fyri mansnavnið Teodorius, tí at hann hevði longu 2. apríl sum halgidag.
Tað var hendan dagin í 1966, at danski trúnarvingin, Margreta drotning, í oysregni tók ímóti Henri de Monpezat í Kastrup Lufthavn, meðan allir fjølmiðlar fylgdu við. Seinni hendan dagin váttaði Jens Otto Kragh, forsætisráðharri, eftir ein fund við Fríðrik 9. kong, at tey bæði ungu » skjótt fóru at trúlova seg«.
Av føðingardøgum kunnu nevnast, at danski sangarin og stjónleikarin Otto Brandenburg, hevði fylt 79 í dag. Hann doyði í 2007.
Amerikanska songkvinna, Beyoncé Giselle Knowles – vanliga nevnd Beyoncé, fyllir 32 ár í dag.
Kenda norska tónaskaldið, Edvard Grieg doyði hendan dagin í 1907. hann var føddur í 1843.
1966