Í summar hevur KVF sent Dag og Viku tvær ferðir um vikuna í mun til fýra ferðir hin partin av árinum.
Tað hevur verið sera áhugavert at sett seg niður at hyggja eftir Dag og Viku í summar, sera væl fyrireika sending í umleið hálvan tíma, sum endar við eini viðkomandi vangamynd, sum hevur verið spennandi og væl fyrireika.
Tað skrivar Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri í Klaksvík.
Eg vil siga, at KVF eigur at umhugsa, um Dagur og Vika ikki átti at verið tvær ferðir alt árið, tí ikki er tað hugaligt at leggja alt annað frá sær fýr ferðir um vikuna, fyri at fáa tíðindini í Dag og Viku, og tú ert ikki meir enn komin at sita, so er sendingin liðug, mangan umleið bert tíggju minuttir, tað er alt. Hetta er beinleiðis troyttandi og neyvan ómakin vert fyri hyggjaran.
Latið okkum heldur fáa eina hálva tíma Dag og Viku tvær ferðir um vikuna, ein sending, sum er væl fyrireika við áhugaverdum evnum, hetta verður eisini lættari, men meiri avbjóðandi hjá fjølmiðlafólkunum, har tey fáa betur stundir at evna sendingarnar til, bæði við orðum og myndum.
Frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, fáa vit hvønn dag í vikuni gjøgnum Útvarp Føroya og Rás 2 feskastu tíðindi, og er tað líka mikið hvar tú ert staddur, so hevur tú møguleika at lurta eftirhesum tíðindum, tí er tað av somu grund óneyðugt at hava Dag og Viku í so stuttari útgávu fýra ferðir um vikuna.
Tí vil eg heita á leiðsluna í KVF, um hereftir, at senda Dag og Viku við longdari útgávu bert týskvøld og fríggjakvøld alt árið. Tað ber eisini til at koma við eini eykasending, um okkurt óvænað stingur seg upp.
Hetta bert eitt hugskot til KVF.