Dalur: Skal tað vera trygt at ferðast til og úr Dali, er einasta loysnin, at ein tunnil verður gjørdur. So einfalt verður samferðsluspurningurin settur upp í Dali.
Tað liggur ein steinur á vegnum, tá blaðmaðurin er á veg aftur til Húsavíkar eftir at hava vitjað í Dali hendan dagin. Steinurin er nýkomin oman úr berginum. Hann lá ikki har, tá farið varð suður til Dals.
Ikki er hann so øgiliga stórur, steinurin, men so mikið kortini, at kom hann á - ella inn í - bilin, kundi hann elvt til eina vanlukku. Og soeliðis eru umstøðurnar hvønn einasta dag hjá teimum, sum búgva í Dali.
Vegurin millum Dal og Húsavík liggur gjørnum bergið, og har er vandamikið at koyra bæði á sumri og vetri.
Á vetri orsakað av hálku og vandanum fyri skalvalopi eins og øðrum omanlopi. Og um summarið ríður dagliga grót oman yvir vegin. Bæði størri og smærri steinar.
Groth Nolsøe, timburmaður í Dali, sigur, at tað er at kalla ikki dagur, at ikki okkurt kemur á vegin. Og hóast tað enn tíbetur ikki hevur ført nakra beinleiðis vanlukku, kann hon henda hvønn dag, tað skal verða. Tað skal so óalmindilga lítið til, fyrr enn tað endar galið. Ein lítil steinur inn gjøgnum ein rút, sum rakar ein bilførara, og so er vanlukkan hend.
Tað er hent, at steinar eru komnir á bilar og hava oyðilagt bæði rútar og tak.
Og um veturin er tað kavi, sum legst í berginum. Tá kunnu skalvar standa og hótta, og viðhvørt loypa teir og steingja vegin.
Men tað er ikki bara úr erva, at ferðamaðurin eftir Dalsvegnum verður hóttur. Minst líka vandamikið er tað. At tað loypur undan vegnum í neðra.
Vegurin liggur, sum øll vita, gjøgnum bergið, og undirlendið er einki soleiðis at reypa av. Stutt er út á eggina nógvastaðni og beint í havið. Tá so lop eru niðan fyri vegin, kann gerast rættiliga hættisligt at koyra.
Tað eru ikki tey nógvu arbeiðsplássini í Dali, so fólk noyðast at koyra til arbeiðis ymsastaðni í Sandoynni. Og tey seta seg dagliga í ávísan vanda, tá tey ferðast eftir hesum vegnum.
Groth Nolsøe, sum dagliga koyrir eftir Dalsvegnum, sigur, at tað eru nú nógv ár síðan, dalbingar savnaðu undirskriftir, sum vórðu latnar einum tingmanni í oynni, við áheitan á landsmyndugleikarnar um at arbeiða fyri tunnli til Dals.
Men ivaleyst er brævið blivið burtur, tí einki hoyrdist aftur, Hvørki orð ella eiður.
Alt hetta tilsamans er nóg ringt, siga dalbingar, sum staðiliga heita á landsmyndugleikarnar, bæði tingmenninar í oynni, samgongu, andstøðu, umframt landsstýrismannin í samfarðslumálum um at virka fyri, at tunnil til Dals kemur frammalaga í eini komandi samferðsluætlan.