30 stig í 10 dystum ímóti teimum niðastu fimm á støðutalvuni. Tað var viðførið, sum teir í NSÍ høvdu við vestur í Vágar í kvøld.
Nú eru teir í NSÍ á veg til hús aftur, og teir hava framvegis 30 stig ímóti teimum fimm niðastu.
NSÍ fekk einki við sær úr Vágum, tí 07 Vestur vann 3-0, og nú er 07 Vestur úrtøkan 24 stig. Tað eru tvey stig fram til B36, sum sunnudagin fer norður til Fuglafjarðar.
Tá ið NSÍ fyri einari viku síðani hevði vitjan av Skála, endaði tað við 3-0 heimasigri, hóast Skála leingi hevði leikliga yvirvág. Ta ferðina var tað Petur Knudsen, sum legði upp til eitt mál, og sum síðstu lítlu løtuna umsetti tvey brotsspørk til mál.
Sum ímóti Skála so gekk tað í kvøld illa hjá NSÍ at fáa leikliga avrikið at rigga, og í kvøld riggaði tað ikki hjá Peturi Knudsen at gera tann munin, sum hann so ofta fyrr í ár hevur gjørt.
Dan Brimsvík og hansara menn høvdu gjørt skúlating. Serliga var tað vongverjin í høgru Kevin Egell-Johnsen, sum hevði vakið eyga við vandamikla NSÍ manninum. Kevin Egell-Johnsen hevur leingi verið skaddur, og tað ger stóran mun, nú hann er komin fyri seg aftur.
Klæmint A. Olsen stútaði á tvørtræið eftir fríspark úr høgru frá Peturi Knundsen, og Jasper Van Der Heyden hevði góða skotroynd, men bólturin fór dygst við síðuna av 07 Vestur málinum.
Mikkel Elbæk Jakobsen, sum áður hevur spælt við NSÍ, var sera eyðsýndur á 07 Vestur miðvøllinum, sum fyri tað mesta var greitt omaná, og dagsins maður var Emil Grønn Pedersen, sum skoraði øll trý málini, og sum nú hevur skorað átta mál og er toppskjútti í Vágum.
Fyrsta málið skoraði Emil G. Pedersen stutt undan steðginum úr stuttari fjarstøðu eftir frísparkframlegging og flatt innlegg úr vinstru.
Eftir steðgin sá tað fyrstu løtuna út sum um, at gestirnir høvdu hug at taka yvir, og bæði Steffan A. Løkin og innskifti Betuel Hansen høvdu góðar møguleikar at javna. So var tað, at Emil G. Pedersen við frísparki av brotsteigarmarkinum setti bóltin framvið manngarðinum og dygst inn við stólpanum.
2-0 og so var heimaliðið av álvara á sigurskós. NSÍ spenti álopsbogan, og vongverjin í vinstru Lars Agardius, Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen vóru í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin framvið Sebastian John.
Og so var tað í síðstu løtu, at Emil G. Pedersen staðfesti 3-0 heimasigurin og hattrikkið. Uppspælið og innleggið úr vinstru tók eyðsýndi vongverjin Filip Brattbakk sær av.
Sórur fagnaður í Vágum, nú tað við seks lokalum millum teir fyrstu ellivu eydnaðist at vinna trivaligan heimasigur.
Í NSÍ er tíð til sjálvrannsakan. Við fimm úrlendskum spælarum millum teir fyrstu ellivu riggaði spælið ikki í kvøld. Tað hevur heldur ikki riggað so væl seinastu ferðirnar, men tá hevur Petur Knudsen verið bjargingarmaður. Í kvøld ansaðu heimamenninir honum serliga væl, og so megnaði NSÍ ikki at skora, og tá kostar tað nógv, at mótstøðuliðið tríggjar ferðir setti bóltin í málið.
07 Vestur – NSÍ 3-0 (1-0)
1-0: Emil Grønn Pedersen 43.
2-0: Emil Grønn Pedersen 58.
3-0: Emil Grønn Pedersen 90.+4.
Dómari: Eiler Rasmussen
07 Vestur: Sebastian Linnet John – Kevin Egell-Johnsen, Jónas Prior, Sonni Ragnar Nattestad, Filip Brattbakk – Janus Svabo Samuelsen, Mikkel Elbæk Jakobsen, Teitur Olsen – Jón í Horni Nielsen, Oddur í Haraldstovu Petersen, Emil Grønn Pedersen
NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Mirza Mujcic, James Michael Drye, Lars Agardius, – Mórits Heini Mortensen, Yassine El Quatki, Steffan A. Løkin – Janser Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen