Stóra altjóða fótbóltskappingin fyri ung - Dana Cup, sum er størsta ítróttartiltak í Danmark, tá ræður um leikarar - er nú eisini avlýst. Nógvir føroyskir luttakarar plaga at vera við til hetta tiltak, sum í ár verður av ongum.
Tiltakið kann ikki haldast, nú danska stjórnin í dag hevur gjørt greitt, at forboðið móti stórum tiltøkum stendur við til og við august í ár. Hetta verður fyrstu ferð síðan 1982, at hetta stóra ítróttartiltak ikki verður hildið.
Fyrireikararnir av altjóða kappingini hava til tað seinasta havt eina lítla vón um, at kappingin kanska fór at verða hildin kortini. Vónir vóru um, at korona-farsóttin fór at verða avhasað, tá tað leið út á summarið.
Men, henda vón hjá fyrireikarunum brast í dag, tá danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, boðaði frá, at eingi stór tiltøk, sum savna nógv fólk, verða hildin í summar. Hetta hevur longu nú ført til nógvar avlýsingar í Danmark.
Nordjyske skrivar, at í 2015 vísti ein kanning, sum eitt nú Visit Denmark var partur av, at Dana Cup savnaði 29.000 fólk í Hjørring-økinum. Hesi fólk skaptu ein umsetning í økinum á 179 miljónir krónur, harav 97 prosent av pengunum komu úr útlandinum.
Síðan 2015 er kappingin bara vorðin størri, og her plaga at luttaka fleiri enn túsund lið úr fleiri enn 40 londum.
##med2##