Danir brúka nóg minni pengar til klæðir, ferðir og matstovuvitjanir enn undan fígjarkreppuni Minkingin er so stór, at hon er søgulig, skrivar Berlingske Tidende.
Tøl fyri februar vísa, at tann mánaðin keyptu danir fyri 10 prosent minni við gjaldskortinum enn í februar í fjør. Minkingin er tann størsta, síðani gjaldskortið komu fyri 25 árum síðani, skrivar blaðið.
Búskaparfrøðingar siga, at tað er eitt ringt tekin, at tann privata nýtslan minkar, tí tann privata nýtslan hevur stóran týdning, nú tosað verður um at fáa meiri ferð á samfelagshjólini.