Danir elska nýggjar bíbliutýðingar

Sølan av tveimum nýggjum týðingum av Bíbliuni er nógv størri enn nakar hevði torað at ímynda sær. Eftir trimum vikum var “Bibelen på hverdagsdansk” seld í 4000 eintøkum. Somu góðu undirtøkuna hevur “Den Nye Aftale – Det Nye Testamente på nudansk” rokkið eftir bert einari viku.

Um ein hugsar um, at tey flestu frammanundan hava eina autoriseraða Bíbliu standandi á hillini heima við hús, er góða undirtøkan ótrúlig, staðfestir religiónssosiologurin á Københavns Universitet, Morten Warmind. - Hetta má vera eitt tekin um, at fólk í roynd og veru vilja lesa í Bíbliuni og eru áhugað í boðskapinum, men halda hinvegin, at tann autoriseraða hevur eitt ov tungt mál, sigur hann.

Onnur meta, at góða undirtøkan kemur eftir nógvu umrøðuna av bókini hjá Dan Brown “Da Vinci Code”. Her varð kristindómurin latin í nútíðar klæði, og milliónir av fólkum fingið harvið eina meiri samanhangandi tilgongd til kristindómin enn tey áður høvdu fingið gjøgnum Bíbliuna.

- Bøkurnar geva eina nýggja og breiðari fatan av boðskapinum í Bíbliuni og broyta okkara átrúnaðarliga tos. Longu í næsta ættarliði fara sálmayrkjarar at skriva út frá hesum nýggju týðingunum, sigur Hans Raun Iversen, lektor í praktiskari gudfrøði í Keypmannahavn.

Summi eru komin við atfinningum ímóti nýggju týðingunum, tí tær hava tikið burtur dýpdina av Bíbliunnar máli. Hvørki Morten ella Hans Raud vænta at tann autoriseraða Bíblian ella kristindómurin taka skaða av nýggju týðingunum. Tvørturímóti.

- Undir øllum umstøðum eru bøkurnar bert eitt supplement, og koma ikki ístaðin fyri nakra teirra, sigur Tine Lindhardt, aðalskrivari í danska Bíbliufelagnum, og leggur aftrat:

- Týðingarnar broyta jú bert nakað fyri tey, sum frammanundan kenna týdningin av orðunum. Endamálið eru júst at geva meiri nútíðar týðingar av orðum, sum til dømis náði og heilagur, sigur hon.