Danir fáa heitt summar

Danska veðurstovan væntar, at summarið verður metheitt. -Vit rokna við, at juni, juli og august verða 0,7 stig heitari enn vanligt, sigur veðurgranskarin Bo Christiansen á veðurstovuni DMI við TV2.

Hann leggur afturat, at tey seinastu árini hava verið tey heitastu í Danmark, síðani mátingarnar byrjaðu fyri 150 árum síðani.

-Vit eru á einari hitabylgju. Tey seinastu tíggju árini hava vit havt lýggjan vetur og heitt summar, sigur Bo Christiansen.