Í dag eru 70 ár, síðani týskararnir hersettu Danmark undir seinna heimsbardaga. Men sambært einari nýggjari kanning veit bara helmingurin av danska fólkinum, hvat hendi tann 9. apríl í 1940. Sama kanning vísir, at av teimum 18 til 25 ára gomlu eru tað bara 17 prosent, sum vita tað.
Ditlev Tamm, professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, heldur, at tað er ein vanlukka fyri danska skúlaverkið, at so fá kenna hersetingardagin.
Hersetingartíðin er kravt evni í danska fólkaskúlanum, men ikki í studentaskúlunum.
9. apríl í 1940 lupu týskararnir eisini á Noreg.