Danir herða vápnalógina munandi

Løgmálaráðharrin í Danmark æltar at herða vápnalógina munandi. Hósdagin fer hon at leggja eitt lógaruppskot fyri fólkatingið við stórum broytingum í stríðnum móti ólógligum knívum og skotvápnum

Lógarbroytingin skal eitt nú herða revsirammuna fyri at hava skotvápn frá tveimum til fýra ár. Løgreglan skal við tað sama kunna varðhaldsfongsla fólk við skotvápnum.

Og fólk, sum verða dømd fyri at hava ólógligar knívar uppi á sær, skulu í fongsul í sjey dagar. Tey sleppa ikki longur við eini bót, so sum støðan er í dag.

Lene Espersen, løgmálaráðharri, ætlar harafturat, at saksviðgerðirnar skulu ganga skjótari.

- Orsøkin til hetta eru teir framhaldandi ógvusligu skottilburðirnir millum kriminell, sum skjóta hvønn annan á opnari gøtu. Og viðhvørt raka tey tilvildarlig fólk, sum koma framvið. Slíkar næstan mafialíknandi støður vil eg ikki hava her í Danmark, segði hon við Danmarks Radio.

Hon væntar eisini, at nógv ung fólk fara at hava respekt fyri tí, at tað fer at standa í teirra revsiskrá, at tey hava gingið við ólógligum knívi uppi á sær. Samstundis verða lógarbrótarar tiknir av gøtuni beinanvegin, sum løgreglan staðfestir, at tey hava ólóglig vápn, so tey ikki gera meira skaða, heldur hon.

- Eg haldi, at hetta fer at verða góð fyribyrging í hesum: Um tú hevur knív við í býin, so endar tú í geglinum. Og so er nógv av tínum ungdómi oyðilagdur, tí tú fært plettir í revsiskránna, sigur løgmálaráðharrin við Danmarks Radio í kvøld.