Danir nógva olju eftir í Norðsjónum

Danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, gjørdi ov nógv av, tá hann í blaðlýsingum nú um dagarnar skrivaði, at danska oljuframleiðslan í Norðsjónum fer at minka í 2011, og at danir nú síggja endan á teimum oljumilliardunum, sum hava verið við til at fíggja vælferðina.

Niels Aage Giversen, sum er formaður í Offshore Center Danmark, sigur við Jyllands-Postin, at sjálvandi eru oljugoymslurnar í Norðsjónum ikki ótømandi, men hann heldur kortini, at forsætisráðharrin tók í so rívan til.

-Vit hava útvunnið umleið helmingin av teirri oljuni, sum tað loysir seg at framleiða, sigur Niels Aage Giversen við blaðið.

Peter Helmer Steen, sum er stjóri í tí almenna olju- og gassfelagnum Nordsøfonden, sigur við Jyllands-Postin, at oljufeløgini hava framvegis stóran áhuga fyri danska partinum av Norðsjónum, og at tey gera stórar íløgur har í løtuni.