Danir ætla sær ikki at fylgja leistinum hjá bretum og atkvøða seg úr ES við eini fólkaatkvøðu. Tað vísir ein veljarakanning, ið er gjørd í kjalarvørrinum av fólkaatkvøðuni í Bretlandi.
Sambært veljarakanningini, ið Megafon hevur gjørt, so eru tað einans 37 prosent av dønum, ið ynskja eina fólkaatkvøðu um ES, meðan heili 55 prosent siga seg ikki ynskja eina fólkaatkvøðu. Átta prosent svaraðu ikki.
Ikki óvæntað, so eru tað serliga veljararnir hjá Eindarlistanum og Danska Fólkaflokkinum, ið ynskja eina fólkaatkvøðu. Sambært veljarakanningini ynskja 69 prosent av veljarunum hjá Danska Fólkaflokkinum og 51 prosent av veljarunum hjá Eindarlistanum eina fólkaatkvøðu um danska ES-limaskapin.
Úrslitið í Bretlandi tykist ikki at hava ávirkað hugin hjá dønum til eina fólkaatkvøðu. Ein líknandi kanning hósdagin, eisini gjørd av Megafon, vísti at 59 prosent at dønum ikki ynsktu eina fólkaatkvøðu, meðan 33 prosent ynsktu eina.
Kanningin vísir eisini, at 57 prosent av dønum meta, at ES-limaskapurin er góður ella sera góður Danmark, meðan einans 23 prosent meta, at limaskapurin er vánaligur ella sera vánaligur.
Kanningin er gjørd á netinum og 1.025 fólk luttóku í henni.