Danska U21 landsliðið rundaði eina feilfría kvalifikatión av við at buka Bulgarien 7-1.
Í síðstu viku vann danska U21 landsliðið yvir Ruslandi 4-2 og tryggjaði sær harvið fyrsta plássið í bólkinum, og teir reyð/hvítu kunnu veruliga kalla seg besta liðið í bólki 2 eftir trygga sigurin móti Bulgaria.
Dysturin hevði ongan týdning, tí Danmark hevði framman undan vunnið fyrsta plássið í bólkinum, men kortini løgdu danir nógv fyri og vunnu ikki minni enn 7-1.
Ajax spælarin, Lucas Andersen stóð seg væl, ogtað var eisini hann, sum skoraði tvey tey fyrstu donsku málini.
Síðani gekk tað slag í slag, til støðan á máltalvuni vísti 7-1.
Danmark-Bulgarien 7-1 (4-0)
18. 1-0 Lucas Andersen
22. Hristofor Hubchev (reytt kort)
32. 2-0 Lucas Andersen
36. 3-0 Riza Durmisi
42. 4-0 Jacob Vestergaard
49. 4-1 Anton Karachanakov
65. 5-1 Emil Berggreen
67. 6-1 Uffe Bech
78. 7-1 Kenneth Zohore