Danmark er í finaluni í HM í hondbólti

Danska hondbóltslandsliðið hjá monnum er í finaluni í HM í hondbólti, eftir at teir vunnu 26-23 á Spania.

 

Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Í finaluni sunnudagin verður annaðhvørt Frankaríki ella Svøríki, sum spæla klokkan 19

 

Eftir ein stuttan túr í Gdansk fer danska hondbóltslandsliðið hjá monnum aftur á veg til Stokkhólm at spæla finalu sunnudagin.

Tað stóð á gomlum nøglum, tá Danmark í kvøld vann 26-23 í á Spania í hálvfinaluni í Gdansk.

Tað var um reppið at tað ikki eydnaðist Danmark fara til hálvleiks við fimm málum á odda, og Nikolaj Jacobsen varð noyddur at fara í taktiska amboðskassan.

Hann helt seg til sjey álopsspælarar ímót sponsku verjuni, sum hevði funnið sær annað støðið til seinna hálvleik.

Ein sponsk útvísing kok væl við og nakrir býttir álopsfeilir førdu til, at Danmark at enda fell neyðugu luftina.

Nú bíðar annaðhvørt Svøríki ella Frankaríki í finaluni í Stokkhólm sunnudagin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Fyri dagsins dyst var stóri spurningurin, um annaðhvørt Niklas Landin ella Gonzalo Pérez de Vargas skuldu hava høvuðsleiklutin.

Tað stutta svarið er, at Landin gjørdi, tað hann skuldi. Av miðlaplássinum uppi undir loftinum tyktist hann í fyrra hálvleik sum ein spælari, sum ikki ætlaði at spæla um næstu plássini í kappingini.

Danski stjørnumálmaðurin tók nógvar bóltar á rað, sum var tað eitt spæl. Hann fekk hjálp frá hartarbeiðandi donsku verjuni, sum fekk spaniólar til at enda eitt sindur fjáltrandi fyrst í dystinum.

Í álopinum var Magnus Saugstrup vælspælandi. Strikuspæalrin skoraði tey bæði fyrstu málini.

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

Fyri einaferðs skuld var Mathias Gidsel næstan ósjónligur. Spaniólar vóru um hann alla tíðina, og ta avbjóðingina hevði hann ilt við at loysa.

So fór Gonzalo Pérez de Vargas eisini at bjarga í málinum, og Spania át burtur av fýra máls leiðsluni hjá Danmark.

Nervar komu í dystin, og tað gjørdist ikki minni øðisligt, tá Niklas Landin var um at skræða høvdi av Daniel Dujshebaev eftir eitt skot í høvdið.

Men donsku spælararnir dugdu sær hógv og vóru frammanfyri 15-10 í hálvleikinum.

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

Spania noyddist at royna okkurt nýtt í seinna hálvleiki. Hondbóltsprofessarin Jordi Ribera á spanska beinkinum royndi eina ultra offensiva verju.

Umsíðir fingu spaniólar fatur á dønum. Hvørki Mikkel Hansen, Simon Pytlick ella Mathias Gidsel høvdu loysnirnar, so Nikolaj Jacobsen gjørdi av at seta ein eyka álopsspælara á vøllin. Tað loysti spælið.

Simon Pytlick gjørdi sær dælt av, at hann fekk meira pláss, og so fekk Danmark hjálp av sponskum villum.

Ein útvísing, eitt spanskt bólttap og framúr avrik hjá Danmark avgjørdi dystin.

/ritzau/

 

Myndir: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix