Danmark er víðari við fantastiskum avriki

EM 2020: Danmark vann 4-1 á Russlandi og fekk hjálp frá Belgia, ið vann 2-0 á Finnlandi

Tað er sannur fagnaður í Parkini í kvøld, eftir at Danmark hevur vunnið seg víðari úr bólkaspælinum við einum flottum 4-1 sigri á Russlandi. Danmark fekk eisini neyðugu hjálpina frá Belgia, sum vann 2-0 á Finnlandi.

 

Treytirnar undan dystinum vóru greiðar. Danmark skuldi vinna við fleiri enn einum máli, og Belgia mátti hjálpa við at vinna á Finnlandi. Tað gekk ein løta, áðrenn Danmark kom á odda. Tá málið kom, so var tað ein perla frá unga Mikkel Damsgaard, ið sendi bóltin frá uttanfyri brotsteiginum og beint í kassan.

 

Aftaná ein tíma tóktist alt ganga upp í eina hægri eind, tá Yussuf Poulsen takkaði fyri eina ósketna afturleggin frá russum. Avleveringin var neyv, at um tað var ein viðspælari, so hevði hann fingið rós fyri uppleggið.

 

Løtu seinni skoraði Belgia, men málið bleiv kolldømt. Í sama minutti fekk Russland eitt heldur ivasamt brotsspark, sum Artem Dzyuba trygt skoraði uppá. Hetta setti sín dám á stemningin, tí nú var aftur langt á mál.

 

Eitt korter fyri tíð komu aftur góð tíðindini úr dystinum millum Belgia og Finnlandi, og hesa ferð stóð málið við. Tá so Andreas Christensen bankaði bóltin í málið úr 25 metrum í Parkini, var Danmark aftur omaná.

 

Krúnan á verkinum var tá Belga økti til 2-0, og Joakim Mæhle eftir skjótálop økti til 4-1 til Danmark. Tað bleiv til eitt dreyma kvøld í Parkini, tí Danmark er nú víðari úr bólkaspælinum sum nummar tvey.

 

Bólkur B:

 

Belgia – Finnland 2-0

 

Danmark – Russland 4-1

 

Støðan:

 

1: Belgia 9 (Stig) +6 (málmunur)

 

2: Danmark 3 +1

 

3: Finnland 3 -2

 

4: Russland 3 -5