Danmark-Føroyar verður uttan áskoðarar

Fótbóltslandsdysturin millum Danmark og Føroyar, sum verður í Herning 27. mars, verður spældur uttan áskoðarar.

Hesum boða Dansk Boldspil-Union frá á heimasíðuni.

Sum skilst hava um 500 føroyingar keypt atgongumerki til dystin.

 

Dysturin skal spælast á MCH Arena í Herning.

– DBU hevur síðstu vikuna verið í tøttum samskifti við heilsumyndugleikarnar u týdningin av coronavirus fyri danskan fótbólt og annað virksemið hjá danska landsliðnum.

– DBU fer næstu dagarnar framhaldandi at samskifta við myndugleikarnar fyri at kunna meta um støðuna, skrivar DBU.

Eftir ætlan skal Danmark møta Onglandi á Wembley fýra dagar seinni.

Avgerðin er tikin, eftir at Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, í dag boðaðið frá, at myndugleikarnir mæla til, at øll tiltøk við yvir 1.000 fólkum annaðhvørt verða útsett ella avlýst.

Tilmælið skal forða fyri størri spreiðing av coronavirus í Danmark.

Samstundis er avgjørt, at allir dystir í donsku Superliguni og 1. deild komandi umfar verða spældir uttan áskoðarar.

/ritzau/