Danmark: Handilsvinnan steingir

Frá 25. desember til 3. januar fer Danmark í veruleikanum at vera stongt, sigur Mette Frederiksen.

 

Vegna smittustøðuna steingja allar handilsmiðstøðir frá hósdegnum, men aðrar vinnur sum hárfríðkanarstovur og fyrsioterapeutar skulu steingja frá mánadegnum.

Haraftuarat skulu aðrir smáhandlar undantikið matvøruhandlar og apotek steingja frá jólanátt – tað vil siga frá 25. desember.

Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú á tíðindafundi nú í kvøld.

– Frá fríggjadegnum 25. desember til 3. januar fer Danmark í veruleikanum at vera stongt, sigur forsætisráðfrúan.

Hon sigur eisini, at stjórnin alt fyri eitt fer undir samráðingar um hjálparpakkar til vinnurnar, sum verða ávirkaðar.

– Hesin stongsulin fer at raka nógv virki og lønmóttakarar, nú vit júst eru komin ígjøgnum nakrar truplar mánaðir.

– Eg skilji, at tað kann tykjast ørkymlandi. Vit samráðast við flokkarnar á Fólkatingi longu í kvøld, sigur Mette Frederiksen.

Hjá teimum størstu vinnugreinafeløgunum í Danmark, Dansk Industry og Dansk Erhverv, skilja tey støðuna, at stongsul av smáhandlunum kann vera við til at steðga smittuni.

Men sambært Brian Mikkelsen, stjóra í Dansk Erhverv, svitast ikki, at stongsulin fer at rakað vinnulívið hart.

– Og so tað vit eisini hava allar avmarkingarnar, sum komu fyrr í mánaðinum, tá matstovur, caféir og upplivingarbúskapurin vórðu steðgað púrasta, so eru vit í eini sera daprari støðu.

– Tann týdningamikli jólahandilin var longu framman undan hóttur, so timingin er upp á allan máta keðilig – hjá vinnuni at fáa ein umgang afturat, sigur Brian Mikkelsen í eini skriftligari viðmerking.

Stjórin í Dansk Industri, Lars Sandhahl Sørensen mælir til, at bæði virki og borgarar fáa longri tíð at fyrireika seg og meira gjøgnumskygni.

Tað hevði sambært honum gjørt, at tað tær nýggju avmarkingarnar ikki komu frá degi til dags.

– Sjálvandi skulu vit sum samfelag kunna reagera skjótt. Tað skilja vit.

– Men jú meira gjøgnumskygni, tess betri, sigur Lars Sandahl Sørensen í viðmerking.

Breiði stongsulin av handilsvinnuni kemur, nú dagligu smittutølini eru methøg.

So seint sum í dag eru skrásett 3.692 nýggir smittutilburðir við koronusmittu. Tað er met undir farsóttini í Danmark.

/ritzau/