Danmark hevur framvegis fult hús

Í kvøld var Kroatia sera boysið hjá dønum at fáa bilbukt við

mynd: polfoto

Tað var øgiligur intensitetur og dramatikkur, tá ið Danmark í EM kappingini í hondbólti í kvøld vann 27 – 25 ímóti Kroatia, sum er ein av stóru hondbóltstjóðunum, og sum eftir ikki serliga sannførandi avrik í kvøld var heilt á toppinum og av álvara kroysti donsku favorittarnar.

 

Verjuspælið hjá kroatum var so ágangandi, at tað gekk heilt illa hjá dønum at fáa álopsspælið at rigga soleiðis, sum tað plagar at gera.

 

Hetta fekk danska venjaran Nikolei Jacobsen at spæla við sjey ímóti seks í álopsspælinum, og tá riggaði. Vongurin í vinstru Emil Jacobsen var flúgvandi, og Mikkel Hansen var øgiligur, tá ið hann aftur og aftur skoraði við langskotum, hoppskotum og brotskøstum, og tá ið hann snildisliga spældi strikuspælararnar leysar.

 

At verjuspælið hjá báðum pørtum var sera gott í fyrra hálvleiki sást á støðuni, sum eftir fyrra hálva tíman var 12 – 11.

 

Danmark hevur framvegis fulla úrtøku. Nú resta dønum tveir dystir í millumumfarinum. Tann fyrri verður mánakvøldið ímóti Hollandi, og tann seinni verður mikukvøldið ímóti Fraklandi, sum fyrr í kvøld legði rygg til ordiliga flongju ímóti Íslandi.

 

mynd: polfoto