Danmark í HM-hálvfinaluni

Donsku hondbóltskvinnurnar vunnu fyri løtu síðani fjórðingsfinaluna móti Týsklandi

 

Talan var um sera javnan dyst, har donsku kvinnurnar tó tóktust hava munin gjøgnum fyrra hálvleik.

 

Tað stóð tó á jøvnum í steðginum, og eftir steðgin vóru tað tær týsku, sum tóktust vera betur fyri. Tær hildu seg støðugt eitt mál frammanfyri og onkra tíð enntá tvey mál.

 

10 minuttir fyri dystarlok var Týskland á odda 26-24, men so raknaðu reyðu kvinnurnar av álvara við.  Tær vunnu seg upp á 27-26, og hóast Maria Fisker fekk eina heldur óneyðuga útvísing, so hildu tær eisini fast um leiðsluna í undirtali. Og so fall hamarrin.

 

Fullmannaðar settu donsku kvinnurnar trumf á, og tá Týskland enntá fekk eina útvísing móti dystarenda, kom danski sigurin ikki av álvara í vanda.

 

Í hálvfinaluni skal Danmark spæla móti Brasil, sum vann eina sera spennandi fjórðingsfinalu móti Ungarn.

 

Danmark-Týskland  31-28 (17-17)