Danska svimjisambandið langar nú nevan í borðið og hevur sent eina almenna kæru til altjóða svimjisambandið eftir at hava teir hava fingið kenslu av, at svimjarar teirra hava fingið órímiliga viðferð undir OL.
Ferð eftir ferð hava danskir svimjarar verið steðgaðir fyri óreglusemi við úgerðini, serliga svimjihettunum - hetta hóast alt bendir á, at einki grundarlag er fyri at kolldøma hetturnar. Danski landsliðsvenjarin, Paulus Wildeboer, er í øðini um tað, sum hann metir vera tilætlaðan ágang einum av stóru stuðlunum, nevniliga Speedo, at frama.
- Sjónvarpsmyndirnar vísa Arena, Adidas, Mizuno og so framvegis, men ikki Speedo. Hvat ger FINA (altjóða svimjisambandið, red.) fyri at bjarga hesum stuðlinum? Júst nú royna teir harðliga at vísa okkum, at tað bara er eitt slag av útgerð, ið verður góðkend, nevniliga Speedo, segði danski landsliðsvenjarin við sporten.dk mánadagin.
Nú er ovboðið og danska svimjisambandið hevur kært viðferðina. Danska svimjisambandið vísir í kæruni á, at samband teirra gjølla eftirkannar útgerðina hjá svimjarum teirra, soleiðis at hon er í tráð við ásettu reglurnar hjá altjóða svimjisambandinum. Eisini vísir sambandið á, at viðferðin undir OL hevur verið órættvís, tí at svimjarar úr Sveis og Týsklandi hava fingið loyvi at svimja við júst somu hettunum, sum danskir svimjarar ikki hava fingið loyvi at svimja við.
Pál Joensen hevur eisini roynt at fingið kolldømt útgerð sína. Hann mátti læna brillur og hettu frá einum øðrum hjálpsomum svimjara, eftir at fyriskipararnir gjørdu vart við eitthvørt óreglusemi.