Danmark millum onnur skattaskjól

Á einum nýggjum yvirliti yvir lond, ið verða mett sum skattaskjól, verður Danmark sett í bás við eitt nú Aruba og Botswana


Á yvirlitinum, sum grasrótarfelagsskapurin Tax Justice Network hevur gjørt, eru 73 lond, og Danmark, sum er tað einasta av Norðurlondunum á listanum, stendur sum nummar 49.

At Danmark er komið á listan kemt av, at feløg rinda ikki skatt av útbýti, um tey eiga meiri enn 10 prosent av partabrøvunum í felagnum, og um útbýtið verður úrgoldið í einum ES-landi ella einum landi, sum Danmark hevur dupultskattaavtalu við.

Christian Amby, sum er ráðgevandi grannskoðari og limur í danska skattaráðnum, heldur, at tað er í lagi, at Danmark er komið á yvirlitið við skattaskjólum. Hann ásannar, at hetta kann vera óheppið, tí at danskir myndugleikar vilja helst geva øðrum ta fatan, at landið roynir at forða fyri, at fólk og feløg gera sær dælt av skattaskjólum.

Christian Amby sigur við Berlingske Tidende, at teir donsku myndugleikarnir eiga ikki at loyva skattafrælsi, har teir í veruleikanum hava rætt til skattin sambært dupultskattaavtalum.