Tað var ikki nóg mikið av kærleika frá hyggjarunum at senda Reiley og lagið »Breaking My Heart« í Eurovision-finaluna. - Foto: Peter Kneffel/Ritzau Scanpix

Danmark og Reiley sleppa ikki í finaluna – hesi sleppa við

Seinna liðið av finalistum í ársins Eurovision eru funnir, og pláss var ikki fyri føroyska Reiley, sum umboðaði Danmark.

 

 

Tað var ikki nóg mikið av kærleika frá hyggjarunum at senda Reiley og lagið »Breaking My Heart« í Eurovision-finaluna. - Foto: Peter Kneffel/Ritzau Scanpix

Enn einaferð mugu danir finna seg í ikki at sleppa í finaluna í Eurovision sangkappingini. Tað hava hyggjarar kring heimin gjørt av í seinnu hálvfinaluni í kappingini, sum hevur verið í Liverpool í kvøld.

 

Her vóru 10 lond afturat funnin, sum skulu í stóru finaluna leygarkvøldið. Men »Breaking My Heart«, sum annars byrjaði showið í kvøld, vann ikki hjørtu hyggjaranna.

 

Í fyrru semifinaluni týskvøldið kom stórfavoritturin úr Svøríki, Loreen við »Tattoo« víðari saman við finska Käärijä við "Cha Cha Cha".

 

Spania, Bretlandi, Frankaríki, Týskland og Italia hava altíð tryggjað pláss í finaluni, tí tey gjalda mest til kappingina. Og so er tað seinasti vinnarin, sum hesaferð var Ukraina, sum eisini hevur tryggjað pláss frammanundan.

 

Hesi londini stríðast um at vinna Eurovision anno 2023:

 

* Noreg - Alessandra: "Queen of Kings".

 

* Serbia - Luke Black: "Samo Mi Se Spava".

 

* Portugal - Mimicat: "Ai Coração".

 

* Kroatia - Let 3: "Mama ŠČ!".

 

* Sveis - Remo Forrer: "Watergun".

 

* Ísrael - Noa Kirel: "Unicorn".

 

* Moldova - Pasha Parfeni: "Soarele şi Luna".

 

* Svøríki - Loreen: "Tattoo".

 

* Kekkia - Vesna: "My Sister's Crown".

 

* Finnland - Käärijä: "Cha Cha Cha".

 

* Týskland - Lord of the Lost: "Blood & Glitter".

 

* Italia - Marco Mengoni: "Due Vite".

 

* Ukraina - Tvorchi: "Heart Of Steel".

 

* Bretland - Mae Muller: "I Wrote a Song".

 

* Frankaríki - La Zarra: "Évidemment".

 

* Spania - Blanca Paloma: "Eaea".

 

* Albania - Albina & Familja Kelmendi: "Duje".

 

* Kýpros - Andrew Lambrou: "Break A Broken Heart".

 

* Estland - Alika: "Bridges".

 

* Belgia - Gustaph: "Because Of You".

 

* Eysturríki - Teya & Salena: "Who the Hell is Edgar?".

 

* Litava - Monika Linkyte: "Stay".

 

* Pólland - Blanka: "Solo".

 

* Australia - Voyager: "Promise".

 

* Armenia - Brunette: "Future Lover".

 

* Slovenia - Joker Out: "Carpe Diem".

 

Hesi ruku úr undan finaluni:

 

* Danmark - Reiley: "Breaking My Heart".

 

* Malta - The Busker: "Dance (Our Own Party)".

 

* Holland - Mia Nicolai & Dion Cooper: "Burning Daylight".

 

* Letland - Sudden Lights - "Aijā".

 

* Írland - Wild Youth: "We Are One".

 

* Aserbajdsjan- TuralTuranX: "Tell Me More".

 

* Rumenia - Theodor Andrei: "D.G.T. (Off and On)".

 

* Ísland - Diljá: "Power".

 

* Grikkalnd - Victor Vernicos: "What They Say".

 

* Georgia - Iro: "Echo".

 

* San Marino - Piqued Jacks: "Like An Animal".

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

Tað var ikki nóg mikið av kærleika frá hyggjarunum at senda Reiley og lagið »Breaking My Heart« í Eurovision-finaluna. - Foto: Peter Kneffel/Ritzau Scanpix