Danmark tapti í evstu løtu

Eitt spanskt mál í teimum seinastu sekundunum, sendi í kvøld Danmark út av HM endaspælinum í Qatar

Tað rakk akkurát ikki hjá Danmark í kvøld, tá teir spældu fjórðingsfinalu í HM endaspælinum í Qatar.

Danmark tapti dystin móti Spania 25-24, eftir at tað í hálvleikinum stóð á jøvnum 11-11.

 

Sum heild var talan um javnan og ferðmiklan dyst, sum ikki varð avgjørdur fyrrenn í seinastu sekundunum, tá spanski leikarin, Joan Canellas fekk skotið úti frá til endaliga úrslitið 25-24.

 

Spania er tískil klárt til hálvfinaluna í HM endaspælinum, meðan Danmark við fullari vissu onga medalju fær við sær úr Qatar. Ístaðin skal Danmark spæla plaseringsdyst í vikuskiftinum.

 

Í hinari fjórðingsfinaluni vann Frakland ein greiðan sigur móti Slovenia, og eru fraklendingar sostatt eisini klárir til hálvfinaluna.

 

Teir báðir dystirnir í hálvfinaluni eru tí hesir:

 

Pólland – Qatar

Spania – Frakland

 

Úrslitini í kvøld:

Spania – Danmark 25-24 (11-11)

Slovenia – Frakland 23-32 (10-18)