Danmark trygt víðari sum bólkavinnari

Danmark fekk enn ein stórsigur í HM í manshondbólti, hesaferð ímóti Argentina.

Tað var bólkafinala í bólki D í HM í manshondbólti í kvøld, har Danmark og Argentina hittust. Danmark greiddi sína skyldu sum stórfavorittur og vann dystin greitt 31-20.

Føroyingurin á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, var inni í seinna hálvleiki og skeyt eitt mál. Mikkel Hansen var toppskjútti við sjey málum.

Við sigrinum í kvøld hevur Danmark tryggjað sær mest møguliga stigatalið, nevniliga fýra, víðari til millumumfarið, har teir hitta Katar, Kroatia og Japan.

 

Danska leikskráin í millumumfarinum:

Hósdagin kl.17.00 ímóti Katar

Leygardagin kl.19.30 ímóti Japan

Mánadagin kl.14.30 ímóti Kroatia