Við nógvari ferð flýggjaðu tveir mans í einum stolnum Audi, sum varð stolin í Nørresyndby í Danmark. Báðir menninir doyðu í ferðsluvanlukku
Tveir menn eru deyðir í morgun, tá teir flýddu undan løgregluni í nærindis Arden í Danmark. Teir koyrdu í bili við nógvari ferð, sigur Nordjyllands Politi við Ritzau tíðindastovuna.
Áðrenn vanlukkuna hevði politiið verið eftir teimum í eini 20 minuttir, sigur Poul Severinsen,varapolitiinspektørur, við Ritzau.
Sambært politinum var eingin annar bilur blandaður var upp í vanlukkuna.
Um morgunin varð tann svarti týstskrásetti Audi bilurin stolin í Nørresundby, sigur varapolitiinspektørurin við Ritzau.
– Vit eru í ferð við at kanna vanlukkuna. Lyklarnir vórðu stoldnir, sigur Poul Severinsen. Stuldurin varð boðaður yvir radiosendararnar hjá politinum, og í Støvring sá ein politibilur svarta bilin – og elti tjóvarnar.
Varapolitiinspektørurin heldur, at jagstranin vardi í einar 20 minuttir. Menninir í Audibilinum vildu ikki steðga, og við Arden hendi so vanlukkan.
Kanningararbeiðið er nú í gongd, og Den Uafhængige Politiklagemyndighed er eisini boðsendur, tí vanlukkan hendi undir eini politijagstran.
Við nógvari ferð flýggjaðu tveir mans í einum stolnum Audi undan politinum, tá vanlukkan hendi. Báðir menninir doyðu (Mynd: René Schütze/POLFOTO)