Danska løgreglan upplýsir í tíðindaskrivi, at tveir 36 ára gamlir menn í dag eru handtiknir og skuldsettir fyri drápið av 22 ára gomlu, Miu Skadhauge Stevn, sum hvarv í Aalborg tíðliga sunnumorgunin hin 6. februar.
Gentan hevði verið í Jomfru Ane Gade í Aalborg saman við einari vinkonu. Eitt vakmyndatól vísir, at Mia Skadhauge Stevn fer inn í ein myrkan bil í býnum klokkan 06.09, og síðan hevur eingin sæð hana aftur.
Løgreglan hevur funnið ein bil á einari adressu í Norðurjútlandi, sum at síggja til er identiskur við bilin, sum tók ungu kvinnuna uppí eftir býtúrin. Nú eru so tveir 36 ára gamlir menn handtiknir og skuldsettir fyri dráp.
Í tíðindaskrivi sigur løgreglan, at tey hava arbeitt á tveimum adressum, og á aðrari av hesum funnu tey bilin, sum tey halda tók Miu Skadhauge Stevn uppí. Men, gentan er framvegis ikki funnin.
Løgreglan hevur almannakunngjørt eina kornuta mynd av bilinum, og eftir kunngeringina hava fleiri vent sær til løgregluna. Tað eru hesar fráboðanir, sum eru orsøkin til, at løgreglan nú hevur handtikið menninar.
- Menninir sita í løtuni til avhoyringar, segði kanningarleiðarin og varaløgregluleiðarin, Frank Olsen, í tíðindaskrivi fyrr í dag.
Sambært Ritzau, sum skrivar um handtøkuna og skuldsetingina móti monnunum, verður einki upplýst um, hvat tað ítøkiliga er, sum ger, at løgreglan nú skuldsetir menninar fyri dráp. Tað hevur løgreglan einki viljað sagt um enn.
Í tíðindaskrivinum biðir løgreglan um forstáilsi fyri, at tey nú hava eitt stórt og umfatandi arbeiði til tess at kortleggja, hvat hendi - fyri, undir og eftir - at hin 22 ára gamla, Mia Skadhauge Stevn, hvarv tíðliga seinasta sunnumorgun.