Danmark byrjaði sum eitt óløgi í dystinum móti Rumenia í kvøld, og kom á odda 6-3 eftir fáum minuttum.
Men so kom steðgur í, og áðrenn nakar visti av, var Rumenia á odda. Og henda støðan helt sær til fram móti hálvleikinum, tá Danmark togaði seg inn frá 12-15 til 14-15.
Í seinna hálvleiki byrjaði tað heldur ikki og gott, men mitt í hálvleikinum fór Danmark frá 15-17 tili 21-17, og so helt tað meiri ella minni til dystarenda, tá Danmark kundi fara av vølli við einum sigri upp á 25-22.
Skiftandi gjøgnum dystin vístu donsku leikararnir sína styrki. Eftir at hava verið stóra hetjan í dystinum móti Serbia, var málverjin, Karen Mortensen, púra burtur í fyrra hálvleiki. Hon spældi seg tó gavaldia upp eftir steðgin, og var ein avgerandi faktor til danska sigurin.
Ein marginalspælari, Anne Grethe Nørgaard, vísti seg sum ein sera týdningarmikil spælari fyri danir. Hon kom bara inn móti Serbia at skjóta brotskøst, og gjørdi tað til 100%, og soleiðis byrjaði tað eisini móti Rumenia, men so fekk hon eisini spælitíð á vonginum og skoraði eftir vild. Hon gjørdist toppskjútti við sjey málum.
Nú skal eingin sjálvandi seta ymsu dystirnir upp móti hvørjum øðrum, men Rumenia vann við fýra málum móti Spania, sum er seinasti mótstandarin hjá Danmark í bólkaspælinum, og tá nú Danmark vann á Rumenia má roknast við, at Danmark eisini megnar at vinna móti Spania, og harvið vinna bólkin.
Um tað hendir, fær Danmark fýra stig við sær til millumbólkin, og tað er sjálvandi ein stór hjálp.