Danmark vann allar dystirnar

Danmark vann í kvøld tann seinasta dystin í tí innleiðandi umfarinum í HM-kappingini í Spania og fekk sostatt fult stigatal í bólkinum. Dysturin var ímóti Makedonia, og hann endaði við donskum sigri við 33 málum ímóti 30. Í steðginum vóru makedonar frammanfyri 14-13.

Fyri danir hevði dysturin ikki tann stóra týdningin, tí teir høvdu vunnið bólkin. Makedonar vóru hinvegin nøgdir við at tapa, tí so endaðu teir á fjórða plássi í bólkinum og skulu møta Týsklandi, sum heldur óvæntað vann á Fraklandi fyrr í kvøld.

Úrslitið av hesum dystinum merkir, at Danmark skal møta Tunesia í næsta umfari.

 

Úrslitini í bólki A í dag vóru:

Argentina - Tunesia 18-22

Frakland - Týskland 30-32

Montenegro - Brasil 25 - 26

 

Dystir í bólki B í dag:

Russland Kili 36-24

Ísland - Qatar 39-29

Danmark - Makedonia 33-30