Danmarks Radio stóran áhuga fyri Føroyum

Heili seks fólk frá Danmarks Radio vitja í Føroyum í løtuni. Ætlanin er at tvær heilt ymiskar sendingar skulu spyrjast burturúr

 

Sendingar

 

Áhugin fyri Føroyum í donsku fjølmiðlunum er eitt sindur skiftandi, men nú tykist av álvara at vera komin vend í.

 

Í løtuni eru ikki færri enn seks frá Danmarks Radio í Føroyum. Ørindini eru at gera sjónvarpssendingar. Fýra mans fáast við at gera eina sending, sum fyribils koyrir undir arbeiðsheitinum ?Rigsfælleskapet?. Hin sendingin er til DR 2, og er talan um eina sending í einari røð av sendingum, sum viðgerða ymisk søgulig evni.

 

Sendingin ?Rigsfælleskapet? kemur at snúgva seg um tað modernaða føroyska samfelagið, soleiðis sum tað sær út í dag. Eisini er ein líknandi sendingin gjørd um Grønland.

 

-Ætlanin er at gera eina so frágreiðingin frá tí modernaða føroyska samfelagnum sum gjørligt. Ætlanin er at nýta góðar myndir og hoyra frá tí ?vanliga? manninum, sigur Henning Olsson, sum til dagligt er politiskur redaktør á Christiansborg fyri Danmarks Radio.

 

Sendingin kemur at vera ein hálvan tíma til longdar, og er sendingin stíla sum ein feature reportasja.

 

-Vit hava verið kring oyggjarnar, og vit hava sæð, at tað er meira í tí føroyska samfelagnum enn bara spurningurin um sjálvstýri, eitt nú oljan er sera spennandi, sigur Henning Olsson.

 

Teir hava leingi havt ætlanir um at gera hesar sendingarnar, men orsaka av avlýstu fólkaatkvøðuni eru teir ikki komnir fyrr enn nú.

 

Henning sigur seg vænta, at sendingin verður send innan ársskifti.

 

Hin sendingin, sum verður gjørd í løtuni skal sendast á DR 2. Sendingin er partur av einari røð. Í sendingunum verða ymisk tema tikin upp úr søguni, og nú var túrurin komin til at vitja Føroyar. Tað er Anton Gammelgaard, sum stílar fyri sendingini.

 

Sendingin er skipað soleiðis, at tvær duelantar siga sína útlegging av ymiskum málum innan søguni. Í hesum førinum eru tað Sjúrður Skaale og Rolf Guttesen, sum siga frá sínari útleggingini av søguni viðvíkjandi spurningum um tey ríkisrættarligu viðurskifti. Tað er kanska óneyðugt at siga, at tað er Sjúrður Skaale, sum sigur frá teimum loysingarsinnaðu sjónarmiðunum, og Rolf Guttesen hevur eina meira sambandssinnaðu útlegging.

 

Eisini hava teir báðir hvør sítt vitni. Rolf Guttesen nýtir Anju Andreasen, søgufrøðing, og Sjúrður hevur leitað sær hjálp frá einum íslendskum professara í Svøríki.

 

Sendingin verður send í viku 43 á DR 2.