Í gjárkvøldið var semifinalan í undirhaldssendingini á danska TV2, Vild Med Dans.
Tey try pørini, sum vóru komin í semifinaluna, dansaðu fyrst wienervals og síðani ein sokallaðan triodans, har pørini fingu ein professionellan dansara afturat sær, tá tann dansurin var á skránni.
Síðst í sendingini bleiv greitt, at fyrrverandi fórbóltsspælarin og føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti, Allan Simonsen og hansara prtnari Sofie Kruuse, ikki høvdu fingið nóg nógvar atkvøður fyri at koma víðari í finaluna.
Sostatt er dansiævintýrið hjá fótbóltsleikaranum av á hesum sinni.
Finalan í Vild Med Dans verður fríggjakvøldið 29. november, tá entertainarin Uffe Holm og Karina Frimodt fara at kappast ímóti borðtennisleikaranum Mie Skov og Mads Vad.