Sambært einari nýggjari meiningakanning í Danmark dregur andstøðan aftur frá teimum borgarligu. Í seinastuni hava meiningakanningar í Danmark annars víst, at munurin millum stjórnina og hennara stuðlar øðrumegin og andstøðuna hinumegin er minkaður. Men nú vísir ein nýggj Gallup-kanning, at andstøðan dregur aftur frá teimum borgarligu.
Kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende, sigur, at hevði fólkatingsval verið nú, høvdu andstøðuflokkarnir fingið 52,3 prosent av atkvøðunum og 93 tinglimir. Harafturímóti høvdu stjórnarflokkarnir og teirra stuðulsflokkar fingið 82 tinglimir.
Gallup-kanningin gevur báðum stjórnarflokkunum og Danska Fólkaflokkinum afturgongd samanborið við seinasta fólkatingsval. Kanningin vísir, at Tey Konservativu eru framvegis í stórum trupulleikum. Var val nú, hevði flokkurin fingið 5,9 prosent ímóti 10,4 prosentum á valinum í 2007.