Tað var í 1988, at Føroyar vóru á gosi, tí at landsstýrið hjá Alta Dam hevði í hyggju at broyta grein 266b í revsilógini – ta sokallaðu rasismupragraffina – soleiðis, at hon eisini fevndi um verju av fólki, sum vórðu hótt ella háað vegna »kynsliga sannføring«.
Hetta fekk ilt í Kristiliga Fólkaflokkin, sum sleit samgonguna upp á hetta málið. Tá málið langt um leingi kom til atkvøðugreiðslu í Løgtinginum fall tað við einum brakið. Einasta kvinnan í Løgtinginum, Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkin, var tann einasta, sum atkvøddi fyri málinum. Hóast tað eru 32 ár síðani hetta rokið, so hevur tað ikki lagt seg enn – nú snýr tað seg um rættindi hjá samkyndum sum foreldur.
Hesi trý orðini skuldu leggjast aftuar grein 266b í 1988: »...eller seksuelle orientering«. Grein 266b var soljóðandi:
»Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve nationale elle etninske oprindelse eller tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år«
Men tað er ikki verja av samkyndum fólkum, sum fær danir upp úr stólinum.
Stjórnin ætlar nú at verja transpersónar betri við júst hesi lógargrein, »rasismuparagraffini«.
Tað skrivar Kristeligt Dagblad.
Ítøkiliga ætlar stjórin at leggja hugtøkini »kønsidentitet, kønsudtryk og kønskarakteristika« aftur at grein 266b í revsilógini
Ein lógarbroyting fer at merka, at haturstala ímóti trans- ella millumkyndum skal revsast á sama hátt sum haturstala ímóti eitt nú jødum ella samkyndum.
SF og Eindarlistin stuðla uppskotinum.